Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað verður nógv minni hjá føroyingum at fiska í russiskum sjógvi næsta ár. Tað var eitt úrslit av sínamillum samráðingunum sum hava verið í Havn í vikuni sum fór.

Tilsamans minkar toskakvotan við 2.330 tonsum, hýsukvotan við 400 tonsum og rækjukvotan minkar við 1.500 tonsum.

Afturfyri missa russar 7.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi, umframt 1.200 tons av makreli og 800 tons av sild.

Mikudagin og  hósdagin verða samráðingar við Grønland í Keypmannahavn, og týsdagin og mikudagin í næstu viku vera samráðingar við Noregi í Havn, upplýsir Andras Kristiansen, deildarstjóri á Fiskivinnustovuni fyri Kringvarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo