

Tórshavnar kommuna: Traðabrekka er sera brøtt og ofta torfør at ferðast í um veturin. Tí hava íbúgvar við vegin víst á møguleikan at binda eystara enda av Traðabrekku yvir í Hoyvíksvegin. Økið, ið liggur ímillum, er ogn hjá Tórshavnar kommunu.
Málið er gamalt, men nú herfyri heittu íbúgvar enn einaferð á kommununa um at skipa so fyri, at koyrandi verður beinleiðis yvir í Hoyvíksvegin og at tryggar gonguleiðir verða gjørdar. Samstundis verða tiltøk gjørd fyri at fyribyrgja hálku í sjálvari brekkuni.
Umsitingin hevur nú skotið upp at gera sáttmála um prosjektering. Málið er samtykt í teknisku nevnd og í fíggjarnevndini og kemur fyri á býráðsfundi hósdagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo