Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkatalið í Tvøroyrar kommunu er vaksið við trettan fólkum hetta síðsta árið. 

Tvøroyrar kommuna upplýsir, at 12. januar 2022 búðu 1.761 fólk í kommununi, meðan hin 12. januar 2023, t.e. hósdagin í hesi vikuni, búðu 1.774 fólk í kommununi.

Hetta svarar til ein vøkstur upp á 13 fólk ella umleið 0,7 %.

- Ikki ein sjónliga stórur vøkstur, men hóast alt er hetta ein vøkstur, og tað er at gleðast um, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu sínari.

Um hugt verður aftur til 1. januar 2020, so búðu tá 1.707 borgarar í Tvøroyrar kommunu. Øll árini síðan hevur tað verið ein støðugur vøkstur í fólkatalinum í kommununi: 1. januar 2021 vóru 1.744 borgarar í kommununi, 1. januar 2022 1.763 borgarar og so 1. januar í ár 1.774 borgarar.

Um sammett verður við 1. januar 2020, so eru 67 fleiri fólk í Tvøroyrar kommunu í dag, svarandi til ein vøkstur á umleið 3,9%.

Góða gongdin í fólkatalinum á Tvøroyri sæst eisini aftur, um vit líta enn longur aftur í tíðina. 1. januar 1997 búðu 1.749 fólk í Tvøroyrar kommunu. Bara í 2003 (1.799) og í 2004 (1.780) hava tað búð fleiri fólk í kommununi enn í dag, upplýsir Tvøroyrar kommuna.

Taka vit øll dagsaktuellu tølini fyri allar kommunurnar í Suðuroynni, so er ymiskt, hvussu gongdin hevur verið hesar seinastu 12 mánaðirnir.

Fyrra talið er fyri 12. januar 2022 og tað seinna fyri 12. januar 2023 (sí niðanfyri), og her sæst, at fyri alla oynna er fólkatalið minkað seinasta árið.

Fámjin 82/79 = -3 / -3,7%
Hov 100/104 = +4 / 4%
Hvalba 677/665 = -12 / -1,8%
Porkeri 318/332 = +14 / 4,4%
Sumba 356/343 = -13 / -3,7%
Tvøroyri 1761/1774 = 13 / 0,7%
Vágur 1379/1362 = -17 / -1,2%
Suðuroyggin sum heild 4673/4649 = -24 / -0,5%

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo