Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Ein kvinna og tveir menn vóru í gjár dømdir í Føroya Rætti fyri at hava smuglað hassj til Føroya.

Ein dani kom til Føroya við Norrønu tann 12. juni 2022. Við sær hevði hann omanfyri 9 kilo av hassji, sum var goymt í einum bili, ið var umbygdur til smuglingina.

Hassjið bleiv funnið av tollvaldinum í samband við, at maðurin kom í land í Føroyum. Í staðin fyri at taka mannin beinanvegin, tá hann kom til Føroya, valdi løgreglan at fylgja við manninum við tí fyri eyga, at finna móttakaran av rúsevninum.

Tann 13. juni 2022 bleiv maðurin handtikin í samband við, at hassjið bleiv handað tveimum føroyingum – einum manni og einari kvinnu.

Danin bleiv dømdur 1 ár og 6 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin og kvinnan, sum tóku ímóti hassjinum, blivu dømd treytaleysa fongsulsrevsing í ávikavist 2 ár og 1 ár og 3 mánaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo