Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Nú er triðja og seinasta bókin í fyrstu føroysku fantasyrøðini komin. Feigdarfræ er endin av tríverkinum um huldugentuna Tóru og hennara stremban eftir at finna út av, hvør hon er. Elin Michelsen hevur skrivað bøkurnar um Tóru.

Um bókina:
Veggir, sum skrambla saman, armystivlar við skitti og blóði. „Tú ert deyð og ein mordari!”

Orðini hjá Róari duka í høvdinum á Tóru. Hevur hon veruliga dripið eina gentu? Billa er horvin, og Róar hevur tikið ræðið á skúlanum. Hvørja løtu væntar hon at blíva blakað úr skúlanum, og fólk halda seg burtur frá henni. Tíbetur hevur hon kvartin at líta á, men hvussu við Leika?

Gávurnar hjá Tóru gerast sterkari og sterkari, men hvussu leingi kann hon halda eldinum í skríninum niðri?

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.

Um rithøvundin:
Elin Michelsen er fødd í 1973 í Havn og býr í Hoyvík. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan. Rimarúmið var fyrsta bókin eftir Elina, Vanvarði onnur bókin, og Feigdarfræ er síðsta bókin í tríverkinum um huldugentuna Tóru.

Bókaframløga:
Mikukvøldið 22. mai kl. 19 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri bókaframløgu á Reinsarínum við Feigdarfræ. Sanna Klein, bókmentafrøðingur, fer at práta við Elina um bókina, og Ragnar Finsson spælir nøkur løg.

Tiltakið er alment og ókeypis!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo