Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tríggir føroyingar eru ímillum 100 tey ríkastu í ríkinum, samstundis er onkur annar, sum var á listanum, ikki við meira.

Tað er Økonomisk Ugebrev sum ger upp, og Kringvarpið hevur kagað í listan.

Regin Jacobsen og mamman Oddvør, sum bæði eiga stórar partar av Bakkafrosti, hava verið á listanum í fleiri ár. Teirra fíggjarogn er sambært listanum 3,8 milliardir krónur í part, og eru tey númmar 52 á listanum. Og nú er Rúni Bro Róin eisini við á listanum. Hann er við í Copenhagen Infrastructure Partners, og skal eiga fíggjarogn sum er verd góðar tvær milliardir. Harvið er hann nummar 87 á listanum.

Føroyski reiðarin í Danmark Gulak Madsen var í fjør nummar nummar 75 á listanum, men hann er ikki við í ár.

Ríkastu á listanum er Lego familjan Kirk Kristiansen, sum er góð fyri einar 255 milliardir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo