Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Føroyska felagið Tatanka Sp/f almannakunngerð í dag tríggjar nýggjar føroyskar teknifilmar, sum serliga eru ætlaðir smærri børnum.

Ætlanin við hesum trimum teknifilmunum er, at veðrurin Stúti, lundin Flaksi og haran Fima, kunnu verða eitt íkast til føroysk børn at læra stavraðið, at telja og at læra um litir. 

Nógv føroysk børn eru von við at síggja slíkar teknifilmar á enskum og øðrum útlendskum málum á alnótini. Og tað er ikki óvanligt at sjálvt smá føroysk børn duga bæði bókstavir, tøl og sangir á t.d. enskum málið.

Stigtakararnir handan hesar filmarnar, føroyska virkið Tatanka, mettu tí, at stórur tørvur er á føroyskum barnatilfari á alnótini, og fóru tí í undir at gera stuttar teknifilmar við føroyskari talu.

”Vit almannakunngerða tríggjar nýggjar filmar í hesum umfarinum, men ætlanin er at hetta bara skal verða byrjanin, og vit hava tí hug at halda áfram at framleiða slíkt føroyskt barnatilfar, um móttøkan verður góð”, sigur stigtakarin til hesar teknifilmarnar, Sigfríður á Plógv Hansen, sum er eigari og stjóri í felagnum handan filmarnar.

Hesir tríggir filmarnir, sum nú verða almannakunngjørdir, eru ókeypis og kunnu síggjast á YouTube. Heitið á filmunum eru ”Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum tølini”, ”Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum litir” og ”Stúti, Falksi og Fima læra tykkum stavraðið”.

Tatanka: Føroyska virkið handan hesar tríggjar filmarnar, Sp/f Tatanka, varð stovnað í 1999 við tí endamálið at geva føroyskum børnum og ungum møguleikar fyri ymiskum undirhaldi, sum ikki fanst í Føroyum tá. Felagið setti sær sum mál, at gerast størsti føroyski veitarin innan undirhald til børn og ung í Føroyum.

Fyrstu árini var tað einamest vælkendi tarvurin, sum kundi roynast á stevnum og festivalum, sum virkið bjóðaði fram. Nú, 18 ár,  seinni, bjóðar felagið fram eina ørgrynnu av ymiskum undirhaldi, og leigar eisini útgerð út til bæði privatfólk, virkir og feløg.

”Felagið bjóðar fram bæði smáar og stórar hoppiborgir, EL-bilar, bungy trampolinir og ymisk spøl og aðra útgerð til størri tiltøk, so sum stevnur og festivalar, men vit leiga eisini ofta t.d. hoppiborgir út til barnaføðingardagar og onnur smærri tiltøk”, sigur Sigfríður á Plógv Hansen, stjóri í felagnum.

”Fyri nøkrum árum síðani fór felagið eisini undir at leiga út stór og smá tjøld til ymisk tiltøk, og vit hava eisini víðka um virksemið og bjóða undirhald til ung og vaksin – eitt nú Paintball”, sigur Sigfríður á Plógv Hansen.

”Nýggja tiltakið at geva út teknifilmar til børn, hóskar væl til endamálið hjá felagnum, og vit vóna at móttøkan verður góð, tí hetta er nakað vit hava hug til at gera meira við”, sigur Sigfríður á Plógv Hansen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo