Skála Ítróttarfelag: Eftir stuttan summarsteðg er venjingin hjá besta mansliðnum undir Mýruhjalla aftur byrjað.
Skála Ítróttarfelag fráboðar at í hópinum eru tríggir nýggjir leikarar komnir til verka. Emil Rosenberg úr AC Horsens, Atli D. Petersen úr NSÍ og Maxwell Effom, ið er leigaður úr 07 Vestur fyri restina av kappingarárinum.
Fyrsti dystur hjá liðnum er 4. august í Gundadali ímóti HB og venjingardystir verður móti EB/Streymi 27. juli undir Mýruhjalla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo