Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Evni: Persónlig sambond og flyting av feløgum í viðgerð og avgerðum um játtan til kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir

Spurningar:

1. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at tingfólk í samgonguni og/ella landsstýrisfólk hava verið persónliga uppi í umsóknum til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir ítøkilig skipakeyp og ískoytiskvotur?

2. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at tingfólk í samgonguni og ella/landsstýrisfólk hava nærstandandi (skilmarkað sum í fyrisitingarlógini), sum eru uppi í umsóknum til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir ítøkilig skipakeyp og ískoytiskvotur?

3. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at tingfólk í samgonguni hava verið advokatar ella í sínum privata arbeiði ella ognarviðurskiftum annars hava havt ávirkan á umsóknir?

4. Um svarið er játtandi, hvørji persónlig, vinnulig ella ognarlig sambond er talan um?

5. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at eitt av feløgunum, ið hevur fingið játtan til skipakeyp, fyrst varð skrásett í Tórshavn, og síðan flutt til Vágs, langt eftir, at umsóknir skuldu verið inni?

Viðmerkingar:
Alment eru fleiri ivamál og ávísingar av persónligum sambondum hjá fólki í samgonguni/landsstýrinum reist í sambandi við játtanirnar til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir ítøkilig skipakeyp.

Til tess at varpa ljós á hesar spurningar og geva landsstýrismanninum høvi at greiða frá ella avsanna, verður fyrispurningurin settur.

Evni: Virðisøking, nýskapan og menning og aðrar treytir í avgerðum um vinnuligarroyndir og verkætlanir

Spurningar:

1. Hvørjar eru tær skjalfestu grundgevingarar um virðisøking, nýskapan og menning í teimum játtanum, ið eru givnar til vinnuligar royndir og verkætlanir, herundir játtan til ítøkiligt skipakeyp?

2. Hvussu er grundgivið og skjalfest, at tær kvotujáttanir, ið eru givnar til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir til ítøkiligt skipakeyp, eru tær, ið hava mest virðisøking, nýskapan og menning, soleiðis sum ásett er í kunngerð og tilhoyrandi skjølum?

3. Hvussu er skjalfest, viðgjørt og grundgivið, at tær verkætlanir, ið eru játtaðar, harundir til ítøkiligt skipakeyp, lúka treytirnar í viðmerkingum til lógina um, at øll lið í virðis- og framleiðsluliðnum ikki hava eigarar, ið hava ræði á meira enn 8% av heildarkvotuni av hvørjum fiskaslagi sær – og hvørjar eru hesar verkætlanir, ið als ikki hava tað?

4. Hvussu er staðfest og skjalprógvað, at tey, ið hava fingið játtan til ítøkiligt skipakeyp, hava lokið treytirnar um at hava keypssáttmála og fígging til ítøkiligt skip og at tey eru klár at byrja beinanvegin?

Viðmerkingar:
Í lóg, kunngerð og reglum, er høvuðskravið til umsóknir um játtan til vinnuligar royndir og verkætlanir, at talan er um menning, nýskapan og virðisøking.

Harumframt er greitt ásett í metingarskjali 2 í kunngerðini, at hesi høvuðskrøv og høvuðstreytir eru galdandi fyri at fyri at koma upp á tal til ítøkiligt skipakeyp:

1. Í hvønn mun verkætlanin er klár at føra út í lívið beinanvegin. Her verður serliga hugt eftir, hvørt umsóknin inniheldur:

a) skjalprógvaða avtalu um ítøkiligt skipakeyp,
b) játtan at fíggja skipakeypið og neyðuga rakstrarfígging,
c) rakstrarætlan, ið ber seg fíggjarliga við minstu nøgdum, sum søkt verður um.

Tí verður spurt, hvussu hesi høvuðsatlit og hesar høvuðstreytir eru loknar í viðgerð og meting hjá Fiskimálaráðnum í játtanum, ið eru givnar.

Evni: Avgerðir um vinnuligar royndir og verkætlanir

Spurningar:

1. Í hvørjum førum hevur landsstýrismaðurin persónliga vikið frá tilmælunum hjá umsitingini um játtan til kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir játtanir til ítøkiligt skipakeyp og ískoytiskvotur?

2. Hvørjar ítøkiligar umsóknir, snýr tað seg um, og hvussu stórar kvotur og virðir hevur landsstýrismaðurin broytt í mun til tilmælini frá umsitingini?

3. Hvørjar umsóknir hava mist og hvørjar hava fingið við avgerðum landsstýrismansins?

4. Hvørjar eru tær sakligu, lógligu og skalfestu grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum, og hvussu eru broyttu avgerðirnar skjalfestar og grundgivnar sambært fyrisitingarlógini?

Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin hevur í svari til undirritaða upplýst, at hann sum landsstýrismaður persónliga í ávísum førum hevur vikið frá fakligu tilmælunum í fyrisitingini í sambandi við játtan til vinnuligar kvotur og verkætlanir, harundir játtanir til ískoytiskvotur.

Tí verður spurt um, júst í hvørjum ítøkiligum førum tað er gjørt, hvør hevur mist og hvør hevur fingið, og hvussu viðgerðin og avgerðirnar eru grundgivnar og skjalfestar sambært fyrisitingarlógini.

Á Løgtingi, 28. september 2021
Høgni Hoyda

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo