Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í gjár fylti Trina Viderø 100 ár. Trina var kona Kristian Osvald Viderø prest, og er enn hóast høga aldurin klár og virkin.

Ein av teimum, ið ynsktu Trinu tillukku við degnum, var Heðin Mortensen, borgarstjóri. Hann legði fyri við at endurgeva Grundtvig, sum skrivaði:

Halvfjerdsindstyve er støvets år,
de stolteste strid og møje;
om firsindstyve en kæmpe når,
des mere han har at døje.

- Tað er ikki smávegis at vera farin um bæði støv- og kempualdur, og hóast árini seta síni merki, kortini at vera hvøss í viti sum ein í bestu árum. Sagt er frá, hvussu tygum á møtum í Meinigheitshúsinum, har tygum høvdu tygara føstu gongd, trúliga hava borið fram Guðs orð greitt og beinrakið, so fólk lurtaðu og undraðust.

- Men tað vóru ikki bara orð. Tað vóru eisini hugsanir, sum tygum klaktu, ið enn standa sum ítøkilig minni um tygara hugsjónir og viljastyrki. Ein av hesum varðum er prýðiliga Missiónshúsið á Viðareiði, ið varð gitið á einum møti í Ónagerði, har tygum vóru prestafrúa í seinnu helvt av 1960’unum. Sagt er frá, hvussu tygum bóðu kvinnurnar verða eftir eina løtu, tí tygum høvdu nakað, tygum í felag við teimum vildi leggja fyri Harran.

- Hetta var trongdin at fáa eitt Missiónshús á Viðareiði. Og ikki var langt frá hugsan til verk, og hevur hetta verið til signingar í bygdini, og er tað enn. Ein viti, ið nú hevur lýst í meira enn hálva øld.

- Í Hvalvík rann rótin, og hagar kom Kristian Osvald at vera prestur. Seinni fluttu tit í ymisk prestagjøld, bæði í Suðurstreymoy, Norðoyar eystara prestagjald og til Suðuroyar. Tað kravdi sína kvinnu at vera prestafrúa, og ta uppgávuna váttar eitt nú Missiónshúsið á Viðareiði, at tygum hava útint til lítar.

- Tað er hugaligt at vita, at tygum sum 100 ára gomul enn eru klár og virkin. Bæði fegnast og fregnast um tey fólk, ið koma á gátt hjá tygum, eins og tygum enn sum áður fylgja væl við í tíðindum og samfelagsviðurskiftum sum heild. Lívsdagurin hevur verið langur, og eisini nógv meira fjølbroyttur enn hjá teimum flestu.

- Tað, at kunna sita í egnum heimi og halda 100 ára føðingardag, er eisini eitt avrik, sum fáum unnist. Tygum og tygara verður ynskt hjartaliga tillukku við hesum stóra degi. Av sonnum kunnu tygum siga sum Paulus :

“Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna.”

- So fari eg at enda hesa heilsu við tveimum ørindum úr sálminum “Himnafaðir eg teg biði” hjá Kristiani Osvaldi:

Læt, o Drottin kross tín lýsa

fyri mær og vegin vísa,

tann, sum liggur heim til tín;

vegir manna her á foldum

enda allir undir moldum,

ver tí tú nú vegur mín.

 

Ei  man nakar, sum teg biður,

tómhentur, eins og tú sigur,

fara tínum durum frá;

himnaríkið tú oss gevur,

har sum valdið alt tú hevur,

bæði jørð og himni á.

 

- Hjartaliga tillukku og Guðs signing í døgunum sum koma, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo