Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Daniel Hákunsson Dam, fíggjarleiðari í Vónin samtakinum, stendur frammanfyri einum trolið, sum skal endurvinnast

Daniel Hákunsson Dam, fíggjarleiðari í Vónin samtakinum, stendur frammanfyri einum trolið, sum skal endurvinnast

Daniel Hákunsson Dam, fíggjarleiðari í Vónin samtakinum, stendur frammanfyri einum trolið, sum skal endurvinnast

VÓNIN: Fyri páskir fingu trolfólkini á virkinum hjá Vónini í Fuglafirði eina øðrvísi uppgávu. Tey skuldu skera og skilja sundur eitt gamalt trol, sum síðani varð sent til endurvinning. Talan var um eitt ítøkiligt, fyrsta stig á burðardyggu kósini hjá Vónini. Sum ein av 12 føroyskum fyritøkum í felagsskapinum Burðardygt Vinnulív hevur Vónin sett sær málið at gerast ”net-positiv” áðrenn 2030.

-Tað merkir, at vit skulu taka ímóti størri nøgd av troli og neti til endurvinning, enn vit selja út av virkinum til okkara kundar, sigur Daniel Hákunsson Dam, fíggjarleiðari, sum umboðar Vónina í felagsskapinum saman við stjóranum, Hjalmari Petersen.

Í 2020, sum er útgangsstøðið fyri burðardyggu ambitiónini, seldi Vónin gott 3.400 kubikkmetrar av útgerð til fiski- og alivinnuna. Í hesum kubikkmetrum eru botn- og rækjutrol við grunnum og øllum tilhoyri, øll søla av fornetum, bellum, posum, ristum og seglum til uppsjóvartrol, umframt alinótir. Sølan verður umroknað til kubikkmetrar fyri at kunna samanberast við nøgdirnar, ið verða savnaðar saman til endurvinning.

Burðardyggi málsetningurin hjá Vónini stavar partvís frá stórum reiðaríum, sum hava ein vaksandi tørv á at greiða sínum tilvitaðu kundum frá, hvussu tey fara við náttúruni og hvussu dálkingin í sjónum er ein vaksandi trupulleiki. Og harumframt hevur Vónin staðfest, at ein stórur partur av trolunum í dag verða tyrvd.

- Eitt heilt trol ið ikki verður sundurskilt, fer typiskt til tyrvingar. Men skilja vit trolið sundur, áðrenn vit lata tað til IRF, so kann ymiska tilfarið í trolinum latast víðari til endurvinningsvirkir ið IRF samstarvar við uttanlands, sigur Daniel Hákunsson Dam.

Við røttu handfaringini kunnu 75-85 prosent av einum gomlum troli ella nót endurvinnast. Til dømis verður netið smeltað um til plastikpartiklar á eini endurvinningsfyritøku í Danmark, sum IRF samstarvar við, og úr hesum partiklum verða aðrar vørur framleiddar.

30 bingjur til Litava
Á alideildini við Norðskála hevur Vónin síðstu árini savnað saman 240 gamlar alinótir, ið hava tænt fyri seg í vinnuni. Nú verða hesar endurvunnar av norsku fyritøkuni Nofir, sum hevur gjørt tað til sína sergrein at endurvinna tilfar úr alinótum. Tær 240 nótirnar eru tilsamans umleið 2000 kubikkmetrar av neti, ið fyllir ikki minni enn 30 av stóru, fjørutifóts bingjunum. Í mai mánað fara fyrstu bingjurnar avstað til endurvinningsvirkið hjá Nofir í Litava.

Góð íløga fyri umhvørvið
- Vit vilja átaka okkum uppgávuna, saman við IRF at fáa gomul trol og gamlar alinótir víðari til  endurvinningsvirkir uttanlands. Vit eru sannførd um, at okkara kundar duga at síggja, at hetta er ein góð íløga fyri umhvørvið. Á henda hátt kunnu teir skjalprógva fyri sínum kundum, at reiðskapurin verður burturbeindur á burðandyggan hátt. Og tað hevur týdning, tí alsamt fleiri keyparir krevja, at vinnan er burðardygg í sínum virksemi, sigur Daniel Hákunsson Dam.

Meðan alinótir vanliga verða brúktar av sama kunda, so kunnu trol ferðast víða, frá einum skipi til annað. Og tað kann gera tað trupult fyri Vónina at fáa øll trolini innaftur. Hinvegin er Vónin eisini sinnað at taka ímóti trolum, ið onnur virki hava gjørt. Tí málið er at fáa so nógv endurvunnið sum yvirhøvur tilber.

- Vit mugu bara ásanna, at okkara fokus hevur verið at at framleiða so góð trol og nótir fyri kappingarførar prísir. Nú seta vit fokus á burðardyggu kósina, soleiðis at vit tryggja, at tað vit framleiða til fiski- og alivinnuna eisini verður endurvunnið, sigur Daniel Hákunsson Dam. Eitt annað stig á burðardyggu kósini er at hita bygningarnar hjá Vónini við grønum orkuloysnum, fyri á tann hátt at minka um nýtsluna av gassolju. Tær loysnirnar verða kannaðar í løtuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo