Spard króna er vunnin króna
- Gírigur McKvagg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Grikkin Antonis Samarakis sigur, í einari av stuttsøgum sínum, frá um ein mann, sum legði sær leiðina inn á eina café. Hann settist, legði á at lesa í eini avís, og las um alt tað, sum fór fram í heiminum um tað mundið. Um bardagar, sum løgdu daprar skuggar á menniskju í krígsherjaðum londum, um geislavirkni, herverk, ja, í stuttum sagt, um alt tað, sum hann kendi so sera væl: Tómleika. Hann hevði onga vón. Hansara lív var úr enda í annan ein røð av ósigrum. Hann helt fram við at lesa, hefti seg við nærum alt, sum eygu hansara duttu niður á: Fátækradømi, hungur, ótti, flóttafólk. Nei, hugsaði hann, tað er als ongin vón fyri hesum heimi longur. Umsíðir kom hann fram til tær smáu lýsingarnar, har onkur sóknaðist eftir einum akfari og onkur annar eftir einum persiskum teppi. Tá tók hann lummabókina úr fikkuni, sigur Samarakis, reiv eitt blað úr henni og griflaði eina lýsing niður, sum hann ætlaði at fara inn á blaðhúsið við, havandi í kvittanum, at heita á redaktørin um at seta hana í blaðið. Lýsingin var soleiðis orðað: “Søkt verður eftir eini vón.” Niðanfyri setti hann navn og bústað.

Fyri á leið 57 árum síðan sást ein lýsing í The Wall Street Journal, ið var soljóðandi: ”Ungir menn við óavmarkaðum kapitali leita eftir áhugaverdum og lógligum vinnuhugskotum.” Umvegis nógvar millumrokningar var hendan lýsingin byrjanin til gitnasta festivalin nakrantíð. Tað gekst illa at finna hesum festivalinum eina hóskiliga plasering, byltingartíðin millum ung var av álvara byrjað, men til endans forbarmaði ein mjólkabóndi frá Bethel seg yvir hugskotið og legði teigalendi til, soleiðis, at Creedence Clearwater Revival, Janis Joplin, Jimi Hendrix, Ravi Shankar, Santana, Jefferson Airplane, The Who og mong onnur nú standa í søguni sum tey ið skaptu størsta rockeventið nakrantíð – Woodstock festivalen. Hvat ið bóndin Max Yasgur fekk burturúr er ilt at siga, men so árent var átakið søguliga, sosialt og musiskt, at tað stútt og støðugt dagar upp úr vitskunnar sævarmála til áminningar um eina tíð sum var og ongantíð kemur aftur.

Tað vóru mong sum undraðust yvir, at Bob Dylan ikki spældi á gitna festivalinum, hann búði í grannalagnum, men hann er hulin maður, tí fáa vit helst ongantíð at vita hví meginikonið, frá tíðini táið ungdómsuppreisturin herjaði um allan vesturheimin, valdi Woodstock frá í 1969.

Táið Georg og skálfirðingar fóru undir at skipa fyri festivali í bygdini, við hepna heitinum Fjarðarok, hevur tað eftir øllum at døma verið umráðandi at fáa føroyska svarið til ein Dylan figur á plakatina, heiðurslønta tjóðarikonið kára p., sum m.a. yrkti sangin um meirilutan sum ræður. Ein sangur sum í verkfalstíðini gjørdist háaktuellur aftur. ”Alt veksur í virði nú uttan tín løn – títt kekkhefti klænkar og svárt svíður sár – er títt typuhús norskt og títt sjónvarp japanskt – tað tú hoyrir og sært har er danskt amerikanskt og tú skalt eta tey epli tú sjálv hevur velt.”

Verkfallið staðfesti, at gjógvin millum tey múgvandi og hini tímaløntu er víðkað, sosiali elevatorurin koyrir upp og niður eftir einum longri teini, og ítøkiliga merktu vit á okkara egna kroppi, at globaliseringin í ov ríkiligt mát hevur tikið okkum í sín breiða favn. Undir seinru styrjøldini – fyri á leið 80 árum síðan – høvdu vit í stóran mun ein sjálvberandi búskap. Avskorin frá umheiminum í 5 ár yvirlivdu vit í stóran mun av okkara egnu framleiðslu, og nú stóð á riparanum bara eftir fýra vikum. Munurin er, at vit hava laðað upp ein diarré-búskap við stórum útflutningi og javnsvarandi innflutningi. Sohvørt sum hillarnar í krambúðunum gjørdust soltnari, søktu vit at ovurfyltu frystiboxunum, tær hava kortini sína tíð, og meðan ruskposin var standandi í túninum óku vit spakuligari og minni, gingu táið tað bar til, og yvirhøvur gjørdust vit varug við, at nýtslan í landinum og hjá hvørjum einstøkum er alt ov stór – fyri ikki at siga fyrilitarleys í mun til veruliga tørvin.

Bygdin í Skálafirði – inni í botni - sum ofta varð tikið til – er partur av hesum øllum. Elsta niðursetubygd í Føroyum, vilja menn vera við – løgd inn av hagapartinum Skálafjalli, ið sum vera man hoyrir til bygdina Skála. Broytingarnar raktu eisini hesa bygdina. Sum aðrar lá hon í drúgt áramál fjarskotin her inni millum háu fjøllini í bæði borð, og við hendan fagra fjørðin, sum bæði Tróndur í Gøtu og Winston Churchill hildu vera tryggastu havn í Føroyum. Langur var róðurin út á miðini, men sildin á fjørðinum gav í stóran mun mettuna, ja, so ríkt var hetta meingi, at menn stimaðu úr øllum landinum inn í botnin á fjørðinum fyri at fáa feskt agn til snøri og línu.

Undirstøðan – kervið – sum í stóran mun knýtti bygdirnar í Føroyum saman, broytti eisini fyritreytirnar hjá skálfirðingum. Frá fjarskotni liggur bygdin nú miðskeiðis í landinum – serliga eftir at smogan kom undir Tangafirði. Av óskiljandi orsøkum er bygdin Skálafjørður ikki við í fólkateljingini í 1801, og heldur ikki táið Løbner ger eina skráseting í 1814. Í 1901 búgva 19 fólk í bygdini, í 2020 áleið hundrað og í dag búgva 137 fólk í Skálafirði í mun til teir 4.405 íbúgvarnar í Runavíkar kommunu.

Nú smáir fimm mánaðir eru eftir til kommunuvalið í heyst, skal eg vera ansin fyri ikki at fara um markið millum veruleika og propagandu. Vit vóru kanska ikki nóg hyggin, táið vit fóru undir at leggja væl vitjaðu gøtuna framvið sandinum og niðan eftir tí sum líkist størstu oyru í Føroyum. Hugsi um fuglalívið. Kanska er tað ríkari í Skálafirði enn so mangar aðrar staðir, 60 fuglasløg er skrásett í økinum, og talan er um búfugl, fuglar sum eru í vetrarvist ella summarvist og um fugl sum steðgar á veg til onnur lond. Sagt verður, at tað eru bert tvey slík lendi eftir í Føroyum – í Skálafirði og í Hvalba. Onnur eru foykt av útbyggingum og fyrilitarloysi í mun til margfeldi í natúruni. Kommunan er farin undir eina umhvørvisætlan sum kann tryggja, at fuglalívið kann varðveitast. Verkætlanin hevur kastað síni akker í bygdini, og vikugesturin í Útvarpinum í morgun, Silas Olofson, hevur hildið fyrilestur í skúlanum um málið. Sigrid J. Dalsgaard arbeiðir við málinum fyri tøknideild okkara, og liggur tað nú í politisku sferuni – meiri verður at frætta um málið í næstum.

Í bygdini er eitt hendinga virkið bygdarfelag. Onki er hugaligari enn at síggja gróðurin av lokalari uppdrift. Fjarðarok er ein partur av mongum. Nógv samskifti og samstarv hevur verið millum kommununa og felagið, og nú er ein trivalig broyt aftur farin at reiðrast uppi á matr. no. 8a, Skála bygd. Kommunan hevur hjálpt til, men initiativið er burturav staðbundið, og nú frættist, at leingi ætlaða bygdarhúsið fer at standa liðugt einaferð í heyst ella fyrst í nýggja árinum. Gongd er, sum skilst, eisini komin á gomlu verkætlanina um at fáa bygdini eitt bønhús. Tað liggur eisini í kortunum, at kommunan í næstum fer undir eina útstykking í bygdini fyri at møta tørvinum sum er í einari bygd í vøkstri. Annars, sum eitt kuriosum, var tað ein serlig hending, táið eg fekk tað í uppdrag, at fremja fyrstu hjúnavígsluna í nýggja býráðssalinum í gamla skúlanum á Glyvrum – bygdur í 1891. Brúðurin var ein skyldkona úr Skálafirði, Jákup Pauli og mamma vóru trímenningar, sum gekk í hjúnalag saman við einum søldfirðingi.

Umframt hetta haldi eg eisini, at tímin nú er komin hagartil, at sett eigur at vera á landsvegin omanfyri bygdina í Skálafirði. Bygdarfólkið hevur bíðað ivaleysa leingi eftir hesi alneyðugu vegagerðini.

Politiskt lá bygdin leingi sum ein miðdepil í oynni – sum Sigurð Joensen einaferð umrøddi sum ein guðsvælsignaður bøkkur í sjónum. Stevnuválur er gitin millum manna, har hava vár- og heystting verið hildin, men serliga er bygdin í Skálafirði nevnd sum einasti valstaður í oynni heilt fram til 1902. Harvið vóru øll valini, frá tí at danska grundlógin var til og Løgtingið endurreist, hildin í Skálafirði í eina hálva øld. Gitið er fólkatingsvalið í 1851, og serliga nógv umrødd er atkvøðan hjá Óla Kristiani úr Saltnesi, vanliga róptur Olgar. Atkvøtt var munnliga, og tikið verður enn til grovu og ramligu rødd hansara, táið hann spurdur tók soleiðis til: ”Vær veljum juristin!” ”Hvilken jurist, der er flere jurister paa Færøerne?”, spurdi amtmaðurin, sum nú var lopin á føtur, helst í sinnismuni, og Olgar svaraði: ”Niels Winther!” Síðan gekk hann spakur og tigandi burtur frá. Niels Winther varð valdur á Danating ta ferðina, og tað kemur ikki av ongum, at ein telgd bringumynd stendur í ganginum í løgtingshúsinum júst av honum. Føroyar vóru farnar at kvaklast, og var hetta kanska fráboðanin um eina nýggja tíð í oyggjunum.

Líkamikið hvat ið vit annars halda og meina, so er menniskjað til eina og hvørja tíð, meira og minni, eitt produkt av samtíðini. Ella sum onkur tók til, so hevði Lenin helst verið ein av verjunum hjá russiska borgaraskapinum, um hann var uppi á døgum, táið hin mikla Katharina ráddi fyri borgum, helst høvdu Napoléon, Mirabeau, Danton og Robespierre helst bara verið húskallar við hovið, táið Karlamagnus sat fyri valdinum, og Julius Cæsar var helst ikki farin um ánna Rubicon, um umstøðurnar ikki júst tá vóru til tað.

Søgan er í stóran mun søgan um stríð. Orsøkirnar er mangar, og í okkara tíð er aftur eldur í á mongum mótum. Eftir Hamas atsóknina á mínum 68 ára føðingardegi, hava ísraelar pulvuriserað Gaza og russar herja eirindaleyst í grannalandinum Ukraina á triðja ári. Lítið tykist vera broytt síðan Sovjetsamveldið hertók statirnar eystanfyri við politiskum og hernaðarligum átøkum. Stalin royndi eisini at fáa Tito í glúpin, men tað miseydnaðist. Einaferð Milovan Djilas og Tito vóru í Moskva og tingaðust, vóru teir bodnir í veitslu hjá Stalin og politbureau´num, í einari datju í útryðjuni av høvuðsstaðnum. Makan til át- og drukkveitslu høvdu jugoslavarnir aldri verið við til, Stalin át meiri enn hann drakk, men hinir voru so lallandi skít til endans, og sum Tito tók til á baksetrinum í einari ZIS-limousinu á vegnum heimaftur á gistingarhúsið: ”Bara Devulin kann vita, hvat ið bagir hesum russarunum sum teir drekka – hetta er hin reina dekadenca.” Eitt heimsveldi in spe, sum seinri fall av roti. Nú roynir Putin at spenna politisku bringuna fram úr sær við m.a. at trýsta grannarnar við eldi, og eisini vit gjørdust onkursvegna partur av hesum grima leiki, sum vónandi fær ein enda soleiðis, at Ukraina varðveitir sítt sjálvræði.

Tað var

ein rimmar

uppfinning

av skaparanum

at lata

skapningin

sovna

frá øllum

og so

kortini

finna

alt

aftur.

Soleiðis tekur gjáarmaðurin Heðin M. Klein til í yrking í nýggja savninum ”Vit skulu upp og avstað.” Vit eru tað vit minnast, men gjøtla vit ikki til miðis frameftir, og stríðast áhaldandi fyri eini bjartari framtíð, líkamikið hvat ið gesjeftið annars er, so verður onki at minnst einaferð.

Hevði Paulus í fyrra brævinum sagt monnunum í Korint (13;13), at: ”Men nú verða tey verandi, vantrúgv, vónloysi og hatur, men størst av teimum er hatrið”, tá hevði hetta ørindi valla verið tikið upp á tungu í okkara tíð. Onki at minnast. Ístaðin segði hann hesi - millum mest endurgivnu orðini í Heilagu skriftunum: ”Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, men størstur av teimum er kærleikin.”

Festivalurin Fjarðarok er av sonnum ein munagóð ábending um, at her valdar trúgv, vón og kærleiki, - eisini til eina bygd í menning. Takk fyri at tit liggja í broddi fylkingar, táið tað ræður um lokala uppdrift – sum vitar - øðrum til áminningar.

Tórbjørn Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo