Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrrverandi forsetin Donald Trump er í øðini eftir nýggjar avdúkingar um at ein persónur við tilknýti til forsetakampanjuna hjá Hillary Clinton royndi at infiltrera servarar í bæði Trump Tower og Hvíta Húsinum, skrivar norska Nettavisen.

Trump ákærur nú Demokratarnar og Hillary Clinton fyri at hava njósnast og sigur at tey við ábyrgdini áttu at fingið deyðadóm.

Orsøkin til vreiðina hjá Trump eru brot úr rættardokumentum frá statsadvokatinum John Durham, sum kannar FBI-granskingina av russisku uppíblandingini í forsetavalið í USA.

Í einum úttalilsi fríggjadagin kom fram at Clinton-kampanjan hevur goldið einum kt-felag fyri at sníkja seg inn í servarar í Trump Tower og Hvíta Húsinum fyri at «knýta samband ímillum Trump og Russland», skrivar Fox News.

Insider skrivar at tíðindindi hava fingið øði í Trump, og fyrrverandi forsetin heldur at tað sum nú kemur fram er «eitt óreingiligt prógv um at njósnast var móti míni kampanju og forsetatíð av operatørum sum vórðu goldnir av kampanjuni hjá Hillary Clinton».

- Hetta er ein skandala sum er nógv størri í breidd og vídd enn Watergate, og tey sum vóru við og sum vistu um hesa njósnaraherferð áttu at verið revsiákærd, skrivar Trump í úttalilsi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo