

Arbeiðið hjá Sunda kommunu við at fáa vatnbrunnarnar í Hósvík tiknar í brúk aftur innan ársskiftið, bar ikki á mál. Og tí hava íbúgvarnir í Hósvík verið uttan vatn fleiri ferðir um jólini og nú aftur aftaná jól.
Hetta er sjálvandi ikki nøktandi fyri hósvíkingar, og tað er kommunan sera hørm um, bæði við manglandi kunning, og at arbeiðið hevur gingist so illa.
Sunda kommuna arbeiðir nú við avbjóðingunum við vatninum.
- Fyrsta stigið er at fáa sett brunnarnar til, so vatngoymslan er størri og at hósvíkingar ikki missa vatnið um proppur kemur í vatninntakið.
- Annað stig er at vatninntakið verður flutt og broytt, soleiðis at hendan støðan við at proppur kemur í, ikki kann koma fyri. Hetta arbeiðið verður gjørt, tá ið tað er turt, so einaferð seinni í vár ella í summar.
- Triðja stigið verður at fáa eitt eyka inntak við pumpuskipan til ovastu húsini og komandi útstykkingar. Hetta skal loysa framtíðartrupulleikar, sum kundu komið.
Enn fáa hósvíkingar vatn úr gamla vatnbrunninum, og arbeiðsfólk hjá Sunda kommunu gera alt fyri at fáa vatnið í rættlag, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo