Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Eitt er á Íslandsrygginum, meðan hitt er eystanfyri. Skipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu. Møguliga landa tey síðst í vikuni. Tey smærru ísfiskalínuskipini fara væntandi út í vikuni. Av frystilínuskipunum eru trý á Flemish Kap og tvey fiska við Føroyar. Tey á Flemish Kap fáa tosk og tey við Føroyar fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Væntandi fer okkurt av frystiskipunum avstað í næstum.

Streymurin er góður til útróður, men harðnar sum vikan gongur. Veðrið sær út til at blíva gott frá miskeiðis í vikuni, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Bátarnir fáa mest tosk og hýsu.

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu í bretskum sjógvi og ein í føroyskum sjógvi. So eru tveir sum fiska svartkalva og frysta fiskin umborð. Ein liggur við bryggju.

Fýra pør eru til fiskarí og landa flest øll í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu. Eitt par fiskar gulllaks.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju, men væntandi fara fleiri út, tá veðrið batnar.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og landa i vikuni. Fiskaríð er smáligt.Tvey fiska havtasku. Hjá hjá teimun er brúkiligt fiskarí.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo