Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður og rithøvundur, hevur við bókini "2000 - tá Føroyar skuldu loysa" lyft lokið á eitt tað mest spennandi - og inn til víðari mest loyniliga - mál í føroyskum politikki. Sjúrður fer afturum leiktjøldini og politiska retorikkin og greiðir frá, hvat veruliga fór fram undir fullveldisætlanini.

Í ár eru 40 ár liðin, síðan løgtingið samtykti at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar - og nógv er hent síðan tá. Hanus Samró, rithøvundur, hevur við bókini "Stríðið um 200 fjórðingar - eisini ein spurningur um EF" lýst eitt lítið umrøtt tíðarskeið, sum hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri Føroyar. Við støði í bókini "Stríðið um makrelin", ið Hanus Samró gav út í 2015, verður farið inn í kjarnan á mest kontroversiella málinum, tá Føroyar fóru í stríð við stórveldini um nógvu makrelmilliardirnar.

Óli Samró, búskaparfrøðingur og fiskivinnuráðgevi, hevur skrivað bókina "Fiskiskapur - fjølbroyttar ásetingar," har hann lýsir, hvussu fiskiskapurin kring heimin verður umsitin. Við støði í nógv umtalaða tilmælinum frá fiskivinnunýskipanarbólkinum fer Óli at gjøgnumganga álitið og seta tað í mun til, hvussu hini londini í heiminum skipa sín fiskiskap.

Tiltakið verður á søgu- og samfelagsdeildini mikukvøldið 12. oktober kl.19.00.

Øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo