Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

TRYGD: Allir kundar, ið hava eina sethúsatrygging hjá okkum, eru fevndir av nývirðistrygging. Tað merkir, at kundar kunnu hava vissu fyri, at húsini verða bygd aftur, um skaði stendst av eldi.

Hetta er galdandi uttan mun til, nær húsini upprunaliga eru bygd. Sostatt verða eini 40 ára gomul hús bygd aftur, eins væl og eini 10 ára gomul hús verða bygd aftur eftir ein eldsbruna. Trygd rindar allan byggikostnaðin.

Er talan um eini serstakliga illa viðlíkahildin hús, kann virðið á húsunum verða niðurskrivað. Tað er tó sera óvanligt, at sethús eru í so mikið ringum standi, at hetta verður galdandi.

Sostatt kunnu kundar, ið búgva í einum vanligum - eldri eins væl og nýggjum - sethúsum hava vissu fyri, at nývirðistryggingin fevnir um teirra hús, og at húsini verða bygd aftur, um illa vil til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo