Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tá ið ført verður fram í almenna rúminum bæði í Føroyum og Danmark, at trygdarpolitikkur hevur einki við handilspolitikk at gera, so er tað antin ein misskiljing ella ber tað boð um vantandi vitan og kunnleika til evnið.

Tað er vanliga fatanin millum tey lærdu, at samansjóðar tú lond búskaparliga, tá eru minni sannlíkindi fyri, at stríð verður teirra millum og var hetta sjálv grundhugsanin, ið fedrarnir, sum stovnsettu ES høvdu. Og tí gjørdist ES í síni tíð heimsins størsta fríhandilsøki.

Tann tiltikna Marshall hjálpin úr USA skamt eftir seinna heimsbardaga, var ikki bara ætlað til at byggja Evropa uppaftur. Grundvøllurin undir henni var trygdarpolitiskur, nevniliga at forða fyri, at kommunisman fekk fótin fyri seg í Vesturevropu.

Sáttargerðin í Camp David millum Ísrael og Egyptaland, sum USA stóð fyri var ikki bara ein trygdarpolitiskur leikur. Hon var so sanniliga eisini ein handilspolitiskur og búskaparpolitiskur leikur, sum hevði eitt nú við sær, at Egyptaland gjørdist ein tann størsti móttakarin av búskaparhjálp úr USA.

Tá ið toskastríðið millum Ísland og Bretland var í hæddini, nýtti Ísland tað trygdarpolitiska kortið og hótti við at melda seg úr NATO. Tað hevði við sær, at USA og Bretland høvdu eitt álvarsamt samskifti, sum endaði við, at Bretland tók seg úr íslendskum sjógvi.

Og nú nýliga, um vit líta vestur í hav eftir okkara brøðratjóð Grønlandi, so veita danir milliardir til at byggja nýggjar flogvallir, til tess at forða fyri, at Kina fær sett fótin fastan har. Samstundis hevur USA sett stuðulsskipanir í verk og sett sendistovu á stovn í Grønlandi. Aftur her, trygd og búskapur hanga saman.

Harafturat hava vit Huawei málið, har danir hava í lóggávu víðkað trygdarpolitikkin til eisini í ávísum førum at fevna um handilspolitikk.

NATO hevði radarstøð og annað virksemi í Føroyum í nærum eina hálva øld. Vit samráddust við ES í byrjani av nítiárunum og fingu heimsins vánaligasta handilssáttmála, samstundis sum NATO gjørdi sær dælt í Føroyum.

Hví fingu vit ikki “good will” tá?

Mær hóvar lítið politikarar, sum standa fram og siga, at føroyingar ongar búskaparligar fyrimunir skulu hava av einum radara í Føroyum, samstundis, sum teir eru vælvitandi um, at Danmark hevur vunnið sær óteljandi milliardir í spardum hernaðarútreiðslum, nevniliga tí at NATO í eina hálva øld hevði eina radarstøð í Føroyum.

Tað lítla vit biðja um er at fáa í lag veruligan fríhandil við ES og var eg um reppið at eydnast við tí í sambandi við stríðið um norðhavssildina og handilstiltøkini, sum ES framdi ímóti okkum, har samráðingarleiðararnir hjá Føroyum og ES vóru komnir undir land við eini pakkaloysn, sum hevði fingið ómetaliga stóran búskaparligan týdning fyri Føroyar.

Nei, vit skulu ikki ryggleggja okkum í hesum døgum og lata onnur fara við okkum, sum um tey eiga okkum.

Í altjóðasamfelagnum fæst einki fyri einki og tí skulu vit krevja nakað fyri nakað.

Eins og eg lærdi seint á vári í 2014, so er fríhandil millum Føroyar og ES eitt pinkumál í Brússel.

Nú er lagaliga løtan, latum okkum tískil standa stinn og verja føroysk áhugamál, so at vit í felag lenda á eini “win-win” loysn fyri allar partar.

Jacob Vestergaard,
næstformaður í Uttanlandsnevndini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo