Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er opinlýst fyri allar føroyingar, at heimurin er broyttur. Kríggj er í Ukraina, radari skal setast upp í Føroyum og innlandsísurin í Grønlandi bráðnar. Øll hesi viðurskiftini ávirka hvørt annað og gera tað, at støðan hjá okkum, sum einsamalt land mitt í Norðuratlantshavinum, er broytt.

Eyguni venda móti okkum og bíða spent eftir avgerðum og útmeldingum.

Umboðið hjá Sambandsflokkinum seinastu árini hevur gjørt greitt, at vit hoyra til Vesturheimin - hetta vil eg gera eins greitt! Tað er tíverri ikki nokk, at einans koma við útmeldingum, tí man má eisini fáa ávirkan og fremja úrslit.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur seinastu setu havt fleiri nevndarsessir í lyklanevndum, tá tað viðvíkur Føroyum, trygd og Arktis. Edmund Joensen var formaður í Føroyanevndini, sum viðger føroysk viðurskifti. Edmund Joensen sat í UPN, sum er danska uttanlandsnevndin, sum myndar uttanríkispolitikkin hjá Danmark og ríkinum, umframt at hann var næstformaður í Arktisku delegatiónini.

Aðrir flokkar vilja royna at ávirka. Sambandsflokkurin hevur tað sum siðvenju.

Aðrir flokkar tosa óítøkiliga um at skapa úrslit. Sambandsflokkurin fremur úrslit.

Fólkatingssessurin er eitt politiskt amboð, sum kann gagnnýtast, men hetta er tíverri ikki ein treyt, tí sessurin kann eisini misnýtast.

Sambandsflokkurin hevur altíð gagnnýtt fólkatingssessin og er einasti garantur fyri framhaldandi gagnnýtslu av honum. Vit fara ikki á Fólkating at tosa loysingarpolitikk. Vit fara ikki á Fólkating at ávirka føroysk politisk mál ella tosa um yvirtøkur, tí tað er eina og aleina ábyrgdin hjá Løgtinginum og Føroya Landsstýrið.

Vit fara at samstarva, tí tað gera vit altíð og vit fara at fáa úrslit, tí tað gera vit altíð.

NATO, ríkisfelagsskapurin og Sambandsflokkurin – felagsnevnarin fyri hesi er trygd og samstarv. Og trygdin er virðismikil, serliga nú, tá vandin er veruligur.

Eg fari at samstarva og eg fari at fáa úrslit, sum er siðvenja fyri Sambandsflokkin.

X við Eyðdis Hartmann Niclasen
valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo