Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Helena, h.m. saman við einum av starvsfeløgum sínum, Súnu Hansen

Helena, h.m. saman við einum av starvsfeløgum sínum, Súnu Hansen

Í Starvsblaðnum, sum kom út nú um dagarnar, er ein samrøða við Helenu Johannesen, ið er ættað úr Sørvági, men búsitandi í Miðvági.

Orð og mynd: Tórfinn Smith

Eftir at hava starvast í 15 ár sum sjúkrarøktarfrøðingur vildi Helena Johannesen, búsitandi í Miðvági, royna nýggja starvsleið. Hon vildi hava “luftforandring” sum hon tekur til, og tað fekk hon bæði so og so, tí nú er hennara arbeiðspláss í luftini.

Umframt at røkja vanligu farleiðirnar, hevði Atlantic Airways í 2008 stórt virksemi á øðrum farleiðum, og søktu tí eftir fleiri flogternum. Helena søkti og fekk starv. Fyrsta stigið var í skúla í Esbjerg og síðani starvsvenjing sum eyka flogterna á flogi, og eftir eina ávísa tíð við starvsroyndum, varð hon góðkend sum ein partur av manningini.

Tað munnu vera tey fægstu ferðafólk, sum ikki hava nakað av firvaldum í búkinum, og kanna dúgliga veðurlíkindini, tá ein flogferð er fyri framman, men tað hugsar Helena als ikki um. Tað er sum tá vit onnur fara í bussin.

- Nei, eg eri ongantíð bangin at fara á flog, heldur ikki um veðrið er ólagaligt, og tað hevði heldur ikki riggað sum flogterna. Fer flogfarið at røra eitt sindur upp á seg, verða eyguni á ferðafólki fyrst og fremst vend móti okkum, og tá ræður um at vera róligur, sigur Helena.

Trygdin fremst
Ivaleyst eru fólk sum halda, at fremsta uppgávan hjá flogternunum er at borðreiða við matpakkanum og onkrum afturvið, men so er ikki, greiðir Helena frá.

- Tað sum útbúgvingin fyrst og fremst snýr seg um, er trygdin. Hendir okkurt óvæntað, so fólk skulu úr flogfarinum, uttan mun til hvar tað er, so er tað okkara uppgáva at síggja til, at tað hendir so skjótt og trygt sum gjørligt. Vit hava útbúgving í og venja javnan hvussu vit skulu handfara allar hugsandi støður.

Hóast flúgvitúrurin eitt nú til Danmarkar ikki er drúgvari enn einar tveir tímar, kann so mangt koma fyri.

- Tað kemur sjálvandi eisini fyri, at fólk kunnu gerast ússalig av einhvørjari orsøk. Kann vera eldri fólk, onkur kanska bangin fyri at flúgva og hjá onkrum hevur kvøldið fyri ein morguntúr verið heldur lívligt, og eru tí ikki so væl fyri. Tá er gott at vita hvussu ein tílík støða skal handfarast. Somuleiðis flyta vit nógvar sjúklingar til viðgerðar uttanlands. At hava eina útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur ger tað tá ikki verri, sigur Helena sum leggur aftrat, at samlaða myndin av ferðafólki er, at tey eru sera fitt og lagalig, og tað kemur næstan ikki fyri at fólk gerast ólátað.

Flogternurnar fáa ofta góð orð frá ikki minst útlendskum ferðafólki sum takk fyri góða tænastu og at tey so harafturat fáa ókeypis at eta og drekka er fyri tey óhoyrt aðrastaðni.

Ymiskir dagar
Helena greiðir frá, at arbeiði sum flogterna er rættiliga øðrvísi enn flestu onnur starvsøki. Hóast tað ikki er kropsliga strævið, so eru mangan drúgvir dagar, - upp í hálvanfjúrtandi tíma. Ikki ber til at fara í kantinuna at sleppa av eina løtu, men tú  skal vera ON alla tíðina. Rættiliga skiftandi arbeiðstíðir, kvøld, nátt, vikuskifti og høgtíðir, men hetta er jú ein partur av arbeiðinum. Men hetta er eisini eitt sera spennandi arbeiði við nógvum og ymiskum upplivingum, og tú kemur í samband við einum hópi av fólki.

Umframt vanligu flúgvingina millum norðurlond gera vit túrar til Barcelona, Mallorca og Kreta umframt ymiskar leigutúrar. Ein uppliving í sær sjálvum er at koma úr kuldanum og lenda fáar tímar eftir í nógvum hita og bakandi sól.

Súlan
Fyrstu mongu árini høvdu føroysku flogternurnar einki fakfelag at halda seg til. Tvær av flogternunum umboðaðu hinar í sambandi við samráðingar, men tá talið av flogternum, fyri umleið tíggju árum síðani øktist munandi, tóku tær seg saman og stovnaðu Súluna, sum gjørdist teirra fakfelag. Bæði seinastu árini hevur Helena verið forkvinna felagsins.

Hon greiðir frá, at tey virkaðu sum onnur fakfelag á privata arbeiðsmarknaðinum og høvdu sínar sáttmálasamráðingar við Vinnuhúsið, sum umboðaði Atlantic. Málini vóru sum hjá øðrum feløgum um lønarviðurskifti og ymisk arbeiðsviðurskifti.

Í dag eru 23 flogternur í føstum starvi og harafturat fleiri sum arbeiða sum freelance flogternur / tænarar, og komu nú eftir, at frægast mundi vera at kasta saman við øðrum fakfelag, sum natúrliga gjørdist Starvsmannafelagið, har tær gjørdust limir í januar mánað í ár.

Helena heldur, at tað var rætt avgerð, so nú verður Súlan sjálvstøðugur fakbólkur innan karmarnar hjá Starvsmannafelagnum, sum 1. november í ár fer at taka sær av næstu sáttmálasamráðingunum hjá føroysklu flogternunum.

Helena leggur staðiliga dent á, at tey hava eitt avbera gott samskifti sín arbeiðsgevara og at Atlantic Airways er eitt gott arbeiðspláss, við góðum og dugnaligum starvsfólki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo