At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Røðan hjá framsøgumanninum í Fólkaflokkinum, Christian Andreasen, í sambandi við ólavsøkurøðu løgmans:

Løgmaður byrjar sína røðu við hesum orðum:

Trivnaður! Tryggleiki! Vøkstur!

Eyðvitað er eitt høvuðsendamál hjá øllum flokkum at virka fyri sosialari vælferð hjá Føroya fólki.

Men raðfestingin hjá løgmanni fær meg at hugsa um orðini hjá Benjamin Franklin, at fólk (í okkara føri politikarar), ið raðfesta sosialan tryggleika hægri enn privatan ognarrætt, frían arbeiðsmarknað, persónligt, vinnuligt, sosialt og skattligt frælsi, enda ofta við at missa bæði frælsi og tryggleika.

Tryggasti grundvøllur undir eini virknari vælferðarskipan er ein sterkur búskapur.

Tað eru longu tvey ár gingin síðani henda samgonga tók við.

Sigast má, at henda samgonga hevur fingið nógv á skaftið.

Vit hava sett í gildi eina nýggja fiskivinnuskipan og samtykt nýggjan leist fyri tilfeingisgjøldum.

Vit hava samtykt ein bústaðarpakka, og fer verður nú sett á íbúðarbygging, soleiðis at vit kunna bøta um bústaðarneyðina, serliga hjá ungum fólki og teimum, sum hava ein serligan tørv.

Høvuðsbulurin í okkara bústaðarmynstri verður framhaldandi, at fólk ynskja at eiga síni egnu hús ella íbúð. Hesum mynstri skula vit í okkara politikki framhaldandi  stuðla.

Sitandi samgonga hevur uppraðfest okkara sjúkahúsverk.

Vit hava eisini hjálpt um hjá okkara pensionistum, soleiðis at pensionistar hava meira at liva fyri í dag.

Vit eru nú farin undir triðju og tí eisini næstseinastu tingsetuna.

Tað er tí eisini alt avgerandi, at vit sum borgarlig samgonga vísa í verki, at vit vilja skapa bestu fortreytir fyri einum ”samfelag í serflokki við trivnaði, tryggleika og burðardyggum vøkstri”, sum stendur í samgonguskjalinum.

Fyri mítt viðkomandi eru politisku ynskini greið til Landsstýrið:

Vit mugu hava eina heilt greiða langtíðar ætlan fyri føroyska samfelagið, sum røkkur út um hetta tingskeiðið.

Vit mugu hava eina haldføra búskaparpolitiska ætlan.

Sum eitt borgarligt umboð fyri Fólkaflokkinum føli eg tað sum mína skyldu at rópa varskó, tá umræður búskaparpolitikk okkara.

Ja, vit hava havt skynsamar grundgevingar fyri at hava undirskot í fjør og í ár, tá korona smittan hevur gørt um seg.

Men nú hyggja vit inn í eitt 2022, har vit í heyst skulu samtykkja eina fíggjarlóg.

Sambært fíggjarkørmunum, ið vit samtyktu í mai, væntar Landsstýrið enn eitt fíggjarár við hallið.

Gamaní er hallið einans slakar 100 mió.kr. áðrenn spariátøk fyri 30 mió.kr.

Men vit eiga at hava framfýsnari ætlanir enn so við búskaparpolitikkinum. Bæði upp á stutt sikt, men serliga upp á langt sikt.

Í ólavsøkurøðuni staðfesti løgmaður, at føroyski búskapurin er tryggur, tí Landskassin er søguliga væl fyri, tí skuldin er lítil.

Og rætt er tað, at skuldin er lítil í mun til veldigu virðini, sum eru skapt í samfelagnum.

Heilt ítøkiliga er rentuberandi skuld Landskassans 3,9 mia.kr. svarandi til slakar 20% av BTÚ. Hetta er væl minni enn øll hini Norðanlondini.

So jú, støðan her og nú er góð.

Men vit kunnu ikki loyva okkum bara at lata standa til.

Tí sum búskaparliga serfrøðin hevur víst á – seinast við várfrágreiðingini frá Búskaparráðnum – hava vit eina demografiska gongd, ið kemur at leggja eitt ómetaliga stórt trýst á almenna geiran komandi 10-20 árini.

Framrokningar vísa, at talið av borgarum eldri enn 75 ár fer at økjast við 40% næstu 10 árini.

Og tá eitt nú viðgerðarmøguleikarnir eisini bøtast ár fyri ár, vil virksemi í heilsuverkinum og almannaverkinum økjast við minst 40% í hesum tíðarskeiðnum.

Tá nógv størsti parturin av hesum virksemi er skattafíggjaðar vælferðarútreiðslur, fer hetta at seta stór krøv til búskaparpolitisku stýringina.

Sambært játtanarkarminum væntast útreiðslurnar til heilsumál at vera 1,4 mia.kr. í 2022, meðan tær til almannamál væntast at økjast til 1,9 mia.kr. Ella 3,3 mia.kr. bara fyri hesi málsøkir.

Leggja vit 40% aftrat hesum, vilja útreiðslurnar soleiðis vaksa við 1,3 mia.kr. næstu 10 árini – umframt prís- og lønarvøkstur.

Nevnast kann, at samlaðu inntøkurnar frá landsskattinum væntast at blíva 1,8 mia.kr. í ár. meðan inntøkurnar frá MVG eru 1,7 mia.kr.

Tað er tí í tøkum tíma, at vit leggja framfýsnar langtíðarætlanir fyri at fáa ein haldføran fíggjarpolitikk.

Vit kenna avbjóðingarnar, og tí er tað eisini okkara skylda at leggja ætlanir fyri loysnir.

Lata vit bara standa til, vilja almennu útreiðslurnar spola frá inntøkunum, og geva vit tá komandi ættarliðunum eina ov stóra almenna skuld at dragast við.

At økja framleiðsluna er besti kururin

Hendan borgarliga samgongan hevur skapt tryggar karmar um fiskivinnuna, sum vit longu hava sæð avleiðingarnar av. Gjørdar verða milliarda íløgur í nýggj skip og framleiðsluvirkir á landi.

Tí er eisini gleðiligt, at vit nú eru komin undir land við síðsta partinum av fiskivinnukørmunum og at vit hava lagt ein leist fyri veiðigjøld.

Við støðugum kørmum næstu áratíggjuni kann fiskivinnan skapa vøkstur í inntøkum og gera sítt til at vaksa um kakuna. Og harvið vil Landskassin eisini fáa ein vaksandi fíggjarligan ágóða.

Alivinnan hevur gjørt milliarda íløgur hvørt ár síðstu nógvu árini og úrslitini síggjast greitt aftur í einum vaksandi íkasti til kakuna.

Eisini vinnugreinar knýttar at alivinnuna hava havt stóran framburð, og bjóða seg fram í altjóða høpi við kappingarførum tænastum og vørum grundað á førleikar sum eru mentir í alivinnuni.

Tí er tað eisini gleðiligt, at Løgmaður boðar frá, at Landsstýrið vil virka fyri finna best skikkaða havøkið eystan fyri Føroyar til at vaksa um alivirksemi til havs.

Inntøkurnar frá loyvisgjøldunum minkaðu nakað í fjør, men tað er heilt natúrligt við sveiggjum, tá fortreytirnar versnað so ógvusliga sum í fjør. Tí mugu vit fyri alt í verðini ikki í óðum verkum økja um avgjøldini, men heldur lata alivinnuna framhaldandi vaksa um sítt virksemi og harvið økja um íkastið til samfelagið.

Og hóast ferðavinnan hevur verið fyri stórum bakkasti á inntøkusíðuni vegna koronu, hevur vinnan við tolnum privatum íleggjarum gjørt stór tøk síðstu árini til at økja um kapasitetin til at gera ferðavinnuna til enn meira munagott íkast til at vaksa um inntøkurnar fyri føroyska samfelagið.

Tað er tí eisini gleðiligt, at Landsstýrið sambært løgmanni ætlar at fáa loyst ósemjurnar um gongu í haga, sum sambært bæði landbúnaðinum og ferðavinnuni er ein av snávingarsteinunum fyri framhaldandi vøkstri.

Ímynda vit okkum til dømis, at Landskassin fær í miðal 1000 krónur frá hvørjum ferðafólki, so kann væntaði vøksturin upp til 100.000 ferðafólk um árið geva 100 mió.kr. í Landskassan – hvørt ár.

Eg eri samdur í løgmanni, at vit kunnu hava stórt álit á vinnuni!

Nýskipan av almenna geiranum

Men at økja um framleiðsluna er ikki nóg mikið.

Bólgnandi vælferðarútreiðslurnar komandi árini seta stór krøv til fíggingina og ikki minst raðfestingar okkara av almennu útreiðslunum.

Tí mugu vit endurskoða okkara vælferðartænastur.

Sjálvur eri eg sannførdur um, at vit mugu veita okkara eldri borgarum somu og enn betri tænastur, sum vit hava verið von við seinnu árini.

Tí mugu vit seta í verk ítøkilig átøk til at bøta um effektivitetin í almenna geiranum, soleiðis at einstaki borgarin fær meira fyri minni, tá talið av borgarum við tørvi á tænastum fer at økjast so nógv.

Við Talgildu Føroyum hava vit gjørt íløgur fyri hálvtannað hundrað milliónir krónur í at bøta um talgilda undirstøðukervi. Komandi árini mugu vit seta leiðslunum í almenna geiranum krøv til at gagnnýta hesa íløgu til at bøta munandi um effektivitetin í viðskiftunum við borgaran. Færri kaldar hendur, so vit hava ráð til fleiri heitar hendur.

Eg haldi, at vit eiga at seta ein arbeiðsbólk at endurskoða allar almennar veitingar. Bara í Almannaverkinum brúka vit 1,9 mia.kr. árliga.

Í heilsuverkinum fáa vit við nýggju avtaluni við Novo Nordisk Grunnin eitt gylt høvi at seta ferð á nýmenningina av okkara tilboðum og tænastum í heilsuverkinum.

Vit mugu seta nógv meira inn við fyribyrgjandi átøkum, sum gransking eisini hevur víst, gevur seg aftur í munandi sparingum í heilsuútreiðslum.

Í Danmark og Grønlandi hevur privati Novo grunnurin brúkt fleiri miljardir krónur upp á at bøta um støðuna í gransking og viðgerð innan heilsuøkið.

Komandi árini fer grunnurin, sum jú eisini hevur notið gott av inntøkum frá føroyingum við sukursjúku, at brúka kanska omanfyri 100 mió.kr. í Føroyum.

Hendan møguleikan fyri at kickstarta eina nýmenning av føroyska heilsuverkinum mugu vit ikki lata fara fram við.

Ein haldfør búskaparpolitisk ætlan er neyðug

Tað er alla rós vert, at løgmaður vegna Landsstýrið er framfýsin við at lova bøttar tænastur í almenna geiranum og stórar íløgur í undirstøðukervið.

Eitt nú við miljardastóru íløguni í Suðuroyartunnil, ið skal takast í nýtslu innan 2030. Men vit mugu eisini fyrihalda okkum til, at talið av eldri borgarum veksur við 40% í sama tíðarskeiðnum. Og harvið er veruligur vandi fyri bólgandi vælferðarútreiðslum, sum vil leggja eitt stórt trýst á landskassan.

Við verandi støðu har Landskassin hevur lítla rentuberandi skuld, og har rentan er nærum null, kunnu vit gott loyva okkum at leggja eina ætlan, sum inniber ávísa almenna lántøku komandi árini.

Men tað má innganga í eina yvirskipaða búskaparpolitiska ætlan, sum heldur, og sum vit halda okkum til.

Tað ringasta sum kann henda er, at vit onki gera og onki melda út, tí so vilja almennu útreiðslurnar bara spola avstað við tí fylgju, at skattur og avgjøld mugu hækkast ógvusliga – ella tilvildarligar almennar tænastur skerjast.

Ein greið haldfør fíggjarpoltisk ætlan vil eisini vera stimbrandi fyri privata vinnulívið, sum við greiðum kørmum kann menna føroyskt vinnulív uppaftur meira og skapa nýggj virðir, sum aftur vil økja um kakuna okkum øllum til gagns.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo