Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mynd: Gunnar Nolsøe

Mynd: Gunnar Nolsøe

Skúlablaðið/Sonne Smith skrivar: Serliga vesturi í Vágum gongur tú í søguni. Her er Krígssavnið, her eru krígsminni, ið standa enn. Her er alt, sum fevnir um Føroya søgu eftir miðøld. Tú gongur bókstavliga í søguni vesturi í Vágum.

Seinni Heimsbardagi varð umframt søgan í sjálvum sær ein byggifrøðilig og mentanarlig kollvelting í Føroyum. Kortini verður søgan lítið virðismett í skúlahøpi, halda mong. Gamaní er søga eitt fak í skúlanum, men søgan nemur so at siga ikki við lívið í Føroyum eftir Magnus Heinason og Nólsoyar-Páll.

Jú, sjálvandi verður nomið við Sigmund og Trónd, men nútíðarsøga – tey seinastu 75 árini – verður ikki nortið við í skúlanum uttan í summum føri, tá ið flokkar hava onkra verkætlan og verða bodnir at koma á Krígssavnið at hoyra, hvussu Føroyar vórðu fullkomuliga broyttar søguliga undir Krígnum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo