Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Búskapur & Vinna: Hyggjuráðini frá abbanum hava tænt Frimodt Rasmussen væl í lívinum sum vinnulívsmaður og politikari. Tað greiðir Frimodt frá í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna, har hann er gestur. Sendingin verður sýnd á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 19:30 og endursend sunnukvøldið.

Frimodt var ársins leiðari í 2018
Komandi fríggjadag verður skipað fyri Ársins Leiðaradegi, har ársins leiðarar innan tað privata vinnulívið og almenna geiran 2023 verða heiðraðir. Teir 3 topp kandidatarnir innan privatu vinnuna eru: Brian Smedemark, Trygd, Sune Justinussen, JT Electric, og Kirstin Hammer, Gómagott. Kandidatarnir til heiðurin sum ársins almenni leiðari eru Alexandra á Dul, Klaksvíkar Sjúkrahús, Leif Abrahamsen, Gjaldstovan, og Bjarni Johannesen, borgarstjóri í Vági.

Í 2018 bleiv Frimodt Rasmussen kosin til ársins leiðara innan tað privata við millum annað hesum grundgevingunum:

⦁    At hann stendur á odda fyri eini vælvirkandi skipasmiðju

⦁    At Frimodt við sínum nærlagna, virkisfýsna og framskygda lyndi er ein fyrimynd og kveikjari fyri starvsfólk síni, sum trívast fakliga og sosialt

⦁    Við honum tekur KSS seg alsamt fram og veksur, sum eisini sæst aftur í eini góðari botnlinju.

Í sendingini í kvøld fer Frimodt millum annað at greiða frá um sína leiðslustíl sum stjóri á KSS og um at fara frá at vera vinnulívsmaður til at gerast tingfólk – og aftur. Eisini verður ein støðulýsing av KSS og smiðjuvinnuni, sum fyritøkan virkar í.

Pápin og abbin eru størstu fyrimyndirnar
“Minst nú til, hvussu tú uppførir teg á veg uppeftir, tí tú møtir akkurát teimum somu fólkunum á veg niðureftir,” vóru ráðini frá abbanum Frimodt til Frimodt, tá hann byrjaði upp á sína starvsleið.

Í samrøðuni í sendingini í kvøld vísir Frimodt til pápa sín Grím, skipari og vinnulívsmaður, og Frimodt, maskinsmiður, sum størstu fyrimyndirnar hjá sær.

Sendingin Búskapur & Vinna verður sýnd á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 19:30. Vertur er Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo