Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Innsent: Teir báðir sýna fram tekningar og pastelir í Skjólinum, Blákross, Kongagøta 8, Tórshavn, á Ólavsøku.

Opið er frá 27 til og við 30 juli frá klokkan 15 til 22.

Tummas Jákup ger surealistiskar tekningar av fólkum, verum og innari huglandsløgum og ein mynd er av Oppenheimer, sum uppfann atombumbuna.

Øssur hevur myndir av trøum, innari portrettum, mynd av anti facismu, av Karl Marx, Jesus, Hitler og jødar í nazistiskari týningarlegu og av eini vaskikonu á psykiatrisku deild.

Teir eru báðir umboðaðir á Listasavninum í ymiskum bókum um føroyska list og hava havt fleiri framsýningar í Føroyum, Danmark og øðrum londum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo