Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fyrstu árini hjá alivirkjum eru tung, og alingin av rognkelsum er onki undantak. Smápartafelagið Svínoyar Rognkelsistøð hevði aftur í fjør reyð tøl á botnlinjuni, hallið var sløk hálvonnur millión. Men tað er eitt av eyðmerkjunum við aling, at fyrsta tíðin er kapitalkrevjandi, við nógvum íløgum og ongari sølu.

Árið í fjør var eisini fyrsta árið har nøkur løn av týdningi varð latin starvsfólkunum.

Fíggjarstøðan javnvigar við 6,9 mió kr og eginognin lá við árslok í fjør beint undir 0. Lívfrøðiliga ognin, sum higartil hevur verið sett til 0, er nú mett til 579.000 kr.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at felagið er í menningarfasuni og metir, at raksturin fer at geva avlop framyvir.

Við VP sigur Sjúrður Jacobsen, stjóri, at gongdin annars hevur verið í lagi.

- Lívfrøðiliga gongdin hevur verið sera góð. Hettar er jú nýggj aling við nógvum avbjóðingum, bæði tekniskt, lívfrøðiliga, praktiskt og ikki minst fíggjarliga. Men alarnir eru sera vælnøgdir við góðskuna á rognkelsunum hjá okkum, sigur hann.

Svínoyar Rognkelsistøð er ein typisk íverksetaraætlan við nógvum “pionerlíknandi” loysnum, har oftani ikki er lætt at síggja úrslitið av tekniskum, lívfrøðiligum og praktiskum avgerðum fyrrenn aftaná.

- Men við góðum ráðgevum, góðum fólki og vanligum forvitni hevur tað higartil gingið hjá okkum, leggur hann afturat.

Svínoyar Rognkelsistøð fekk í fjør veitt ábyrgdarlán, so at raksturin kann halda fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo