Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafeløgini Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eiga nú tilsamans slakar 50 mió kr í virðisbrøvum. Tað sæst í roknskapunum hjá feløgunum, og tað er fyrstuferð í søguni hjá feløgunum, at tey hava sett pening í virðisbrøv.

Talan er um danskt skrásett lánsbrøv við lítlum vága, upplýsir Uni Danielsen, stjóri, fyri VP. Tey eru lætt umsetilig, tað vil siga kunnu seljast skjótt, um feløgini til dømis tørva gjaldføri. Uni Danielsen sigur, at feløgini í nógv ár hava havt nógvar pengar standandi á bók til onga ella negativa rentu. Nú bleiv so avgerð tikin um, at seta pengarnar í virðisbrøv, sum geva í miðal áleið 3% í rentu. Í roknskapinum fyri 2023 sæst, at feløgini fyri fyrstuferð í nógv ár høvdu nakað serligt av fíggjarligari inntøku. Tilsamans vóru góðar 700 tkr í fíggjarligari inntøku fyri bæði feløgini í fjør.   

Verða virðisbrøv og tøkur peningur løgd saman, so er talan um nærum 65 mió kr sum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eiga í yvirskotsgjaldføri, sambært roknskapunum.

- Men so er nærliggjandi spurningurin sjálvandi, hví feløgini nýtast at taka so nógv inn frá teimum, sum brúka tunnilin, at so nógv leypur av?

- Ja, tað kanst tú spyrja. Men nú er gjaldið fyri ein vanligan bil bara 10 krónur hvønn veg. So tað fær illa verið minni um tað skal geva nakra meining, sigur Uni Danielsen, stjóri. 

- Tá tit hava havt so nógvar pengar standandi á bók til onga rentu í fleiri ár, hví hava tit so ikki keypt lánsbrøv fyrr enn nú?

- Vit hava umhugsað tað leingi, men so hevur tað ljóðað, at feløgini møguliga skulu takast av. Tað er sjálvandi ein politiskur spurningur. Men nú tá onki hendi tí viðvíkjandi, so tóku vit avgerð um at keypa lánsbrøv.

- Eigarin kundi eisini tikið peningin út sum vinningsbýti?

- Ja, tað er upp til eigaran, sigur Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfeløgunum við VP.

Les eisini: Vágatunnilin og Norðoyatunnilin tilsamans 4,4 mió kr í vinningi í fjør

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo