Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein ætlað vitjan hjá svenska verjumálaráðharranum Pål Jonson er avlýst, og orsøkin er sum skilst at høgravíðgongdi, danski aktivisturin Rasmus Paludan hevur brent eina koran í svenska høvuðsstaðnum, Stokhólmi.

Turkaland kallaði í gjár svenska sendiharran á fund um málið, og har fekk hesin frá turkiska verjumálaráðharranum greitt at vita, at tað fór at hava avleiðingar fyri Svøríki, um ætlaða koranbrenningin, sum verjumálaráðharrin kallaði eina andstyggiliga gerð, slapp at henda.

Hetta er sostatt enn eitt skot fyri bógvin hjá Svøríki, sum roynur at gerast limaland í Nato. Turkaland er limur í Nato, og Svøríki sleppur ikki uppí, uttan so at øll tey 30 limalondini geva sítt samtykki.

Frammanundan tiltakinum hjá Rasmus Paludan hevði Turkaland longu eitt horn í síðuni á Svøríki, sum turkar halda hjálpir kurdum, sum í Turkalandi hava støðu sum yvirgangsfólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo