Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Onki arbeiði hevur verið á Vestmanna Seafood síðani nakað áðrenn árslok í fjør. Hesa tíðina plaga tey at abeiða makrel, men av tí at makrelurin fyri tað mesta verður veiddur í bretskum sjógvi, og av tí at avtalan ímillum Føroyar og Bretland um sínamillum fiskiskap eftir Brexit ikki er komin endaliga upp á pláss, so er avleiðingin, at onki arbeiði er á virkinum.

Eyðun Olsen, stjóri, sigur við VP, at væntandi verður sama mongd virkað, men tað verður bara seinni á árinum enn vanligt.

- Vit hava ikki havt nakað at bjóða teimum um 35 fólkunum, sum vanliga eru til arbeiðis her, og tað er sjálvandi harmiligt, sigur Eyðun Olsen men leggur afturat, at tey vænta at arbeiðið aftur verður á virkinum í summar einaferð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo