At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

At tíðin langt síðan er farin frá føroysku fólkatingssessunum, gongur dagliga sjón fyri søgn. Fólkatingssessirnir gera meira skaða, enn gagn.

Seinastu árini eru fólkatingssessirnir brúktir til tvætl og polittiska korruptión. Eina gávu her, og aðra gávu har, sum absolutt einki hava við viðkomandi viðurskifti, landanna millum at gera.

Verkætlanir, sum als ikki eru gróðursettar í føroyska fólkinum, ei heldur í polittisku skipanini í Føroyum, og sum mangan skapa fløkjur í mun til prinsippini í galdandi lóggávu og ábyrgdarbýti millum land, kommunur, og privatar aktørar.

Alt fyri at halda sirkussið á lívi, og tamba hvønn dropa úr tunna kolonilikørinum, og harvið sæta… sær sjálvum politiskt!

Samstundis vita vit um økir í Føroyum, sum enn eru undir donskum valdi, og sum vera misrøkt út um alt mark.

Vit høvdu flogvøllin, sum leingi lá sum ein donsk skomm í Føroyum. Ikki fyrr enn yvirtøkan kom í lag, fekst skil í.

Kriminalforsorgin og tey sum varða av okkara fongsulsviðurskiftum, hava í nógv ár, við ótroyttiligum áhuga, roynt at fingið bøtt um vánaligu umstøðurnar, men uttan úrslit.

Og nú, beint støkkin inn í nýggja árið, fáa føroyingar sum vátan vøttin. Einki nýtt føroyskt fongsul í bræði.

Her var so ein møguleiki hjá fólkatingsmonnunum, saman við sambandsløgmanni at gjørt onkran mun. Á einum øki sum er alt annað enn fjant og fjas.

Men gakk!

Avtakið hasar skaðasessirnar beinanvegin, og byggið tað sum byggjast skal við føroyskum treysti og virðum.

Tað hilnast betur enn danskt pjat!

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo