Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tvær havgæs hugnaðu sær á Sørvágsfirði fyrrapartin.

Mikkjal á Ryggi skrivar í Fuglabókini, at omaná er havgásin svørt; á høvdi og hálsi við grønum og bláum og korkareyðum dámi, á kroppinum við hvítum fýrhyrntum blettum, sum ganga rað aftan fyri rað tvørtur um bakið. Undir øsinum er ein blettur við klønum svørtum og hvítum foyrum, og niðari á hálsinum er ein ringur av sama slagi. Í neðra er hon hvít. Búnin allur skyggir sum silki.

- Um veturin er hon dimmbrún á bakinum; teir hvítu blettirnir síggjast enn, men eru nú gráir og kámir. Hálsurin er mest hvítur við dimmum blettum. Hin skyggjandi dámin hevur hon nú mist. Ungfuglurin líkist teimum gomlu á vetri, men kennist væl frá, av tí at hann hevur ikki bleikar blettir, men gráar strikur á bakinum.

- Havgás hevur ikki átt í Føroyum, men hon sæst ofta á sjónum og hendir seg vøtnum, bæði í summarbúna og vetrarbúna, — men so eru ófriðarkropparnir eftir henni við byrsunum! Í teimum fáu bygdunum, har menn eru betur siðaðir og lata hana hava frið, kann hon steðga langa tíð og verður tá hálvavegna spøk. Har er
hugnaligt at síggja tær so óttaleysar floyta sær nakrar favnar frá støðni, hvørva og koma upp frá botni við sandflundru í nevinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo