

Fótbóltssamband Føroya: Andrias Edmundsson (myndin) og Noah Mneney vera við frá byrjan, tá Kosovo og Føroyar bresta saman í venjingardysti á Fadil Vokrri Stadion í dag klokkan 17:00, sum er klokkan 18:00 lokala tíð í Pristina.
Harvið fáa teir báðir sín allar fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar, nú Håkan Ericson, landsliðsvenjari hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja móti Kosovo.
Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Gilli Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum vera Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Noah Mneney og Meinhard Olsen, og fremstu menninir vera Patrik Johannesen og Pætur Petersen.
Á bonkinum sita Bárður á Reynatrøð, Hans Jørgensen, Mads Boe Mikkelsen, Sonni Ragnar Nattestad, Klæmint Olsen, Heðin Hansen, Hanus Sørensen, Samuel Chukwudi, Jann Benjaminsen, Andrass Johansen, Martin Agnarsson, Kaj Leo í Bartalsstovu og Stefan Radosavljevic.
Orsaka av skaða er Gunnar Nielsen ikki við í Kosovo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo