Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Súsanna Sólrunardóttir Ludvig (nr. 5) fyri Brøndby VK og Áslakur Holm (nr. 14) fyri VK Vestsjælland hita upp til hálvfinalurnar

Súsanna Sólrunardóttir Ludvig (nr. 5) fyri Brøndby VK og Áslakur Holm (nr. 14) fyri VK Vestsjælland hita upp til hálvfinalurnar

Súsanna Sólrunardóttir Ludvig (nr. 5) fyri Brøndby VK og Áslakur Holm (nr. 14) fyri VK Vestsjælland hita upp til hálvfinalurnar

Flogbóltssambandið: Leygardagin verða finalurnar í donsku steypakappingunum leiktar í Århus, og í bæði mans- og kvinnufinaluni eru føroyingar á liðunum.

Hjá monnum spælir Áslakur Holm við VK Vestsjælland og hjá kvinnumum spælir Súsanna Sólrunardóttir Ludvig við Brøndby VK.

Hálvfinalurnar vórðu leiktar í kvøld, og hjá monnunum vann Vestsjælland 3-2 á Gentofte Volley. Vestsjællandi vann tey bæði fyrstu settini, men mundi síðan lorkað finaluplássið burtur, eftir at hava tapt triðja og fjórða sett og verið aftanfyri 13-12 í javnbrótaraum. Men so vann Vestsjælland næstu trý stigini og settið 15-13 og tryggjaði sær sætið í finaluni.

Finalan, sum verður spæld leygardagin kl. 11:30 føroyska tíð, verður ímóti Marienlyst Volley, sum somuleiðis vann 3-2 í sínari hálvfinalu ímóti Nordenskov UIF.  

Hjá kvinnunum skuldu Súsanna og tær í Brøndby eisini longu leiðina umvegis ein fimmsettara fyri at vinna seg í finaluna eftir 3-2 sigur á DHV Odense. Brøndby var annars aftanfyri 2-1 í settum og aftanfyri 14-9 í fjórða setti, tá dysturin vendi, og Brøndby vann 25-21. Góðu gongdina tók Brøndby við sær í javnbrótaran, og har var eingin ivi, og Brøndby vann 15-9. 

Kvinnufinalan verður spæld leygardagin kl. 14 føroyska tíð. Hon verður ímóti antin ASV Elite ella Holte IF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo