Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tað er sunnumorgun í býnum Ningbo í Landsynningskina. Vit eru á einum unversiteti í býnum, og á pallin í stóra salinum trein í gjár ein føroyingur, og í dag ein annar at fáa prógv handað. 

Tey bæði eru par, Jóhanna Magnusardóttir Isaksen úr Hoyvík og David Fossdalsá úr Klaksvík, og hava tey lisið her á  University of Nottingham í 3 ár. 

Tey fáa nú prógv sum Bachelor of Arts with Honours.  David hevur lisið altjóða búskap við samskifti og Jóhanna altjóða studiir. Og bæði hava so eisini lisið kinesiskt mál aftrat.

Størsti parturin av studentunum eru kinesarar og serliga nógvar kinesiskar kvinnur. Men á hár- og húðarliti sást eisini, at tað vóru einstkir útlendingar eisini.

Tað vóru fløgg úr øllum heimi at síggja í salinum, tá familja og vinir veittraðu við teirra tjóðarmerki fyri teira bachelori, master ella Phd.

Tað var so heimligt at síggja, at her var samankomin fjøld av stáskløddum avvarðandi, systkin, foreldur og abbar og ommur. Í nógvum familjum var studenturin í dag tann fyrsti.

Foreldrini vóru ung, tá Kina var fátækt, og tí fingu tey sjálv ongantíð eina langa útbúgving. Tað sást so týðliga, hvussu errin tey vóru av børnunum og Kina við.

Universitetið liggur í stóra havnarbýnum Ningbo stutt sunnan fyri Shanghei. 

Tað er vorðið alt vanligari, at vesturlendsk universitet gera samstarvsavtalur við unversitet í Kina.

Soleiðis hevur danska stjórnin avtalað við kinesisku stjórnina, at universitetini í Danmark skuldu ganga saman at samstarva við eitt kinesiskt unversitet stutt norðan fyri høvuðsstaðin Beijing.

Her samstarva so danskir undirvísarar og kinesiskir undirvísarar um at undirvísa bæði donskum og kinesiskum studentum. Her á deildini í Kina hjá University of Nottingham eru fleiri lærarar úr Nottingham og so nógvir kinesiskir lærarar eisini.

Hvør er so grundin, at vesturlendsk unversitet eru farin undir hetta virksemi. Grundin er tann einfalda, at Kina er so ófatiliga fólkaríkt og hevur skjótt vaksandi týdning á altjóða pallinum.

India og Kina liggja stavn um stavn við 1,3 milliardum íbúgvum,  og kinesiski búskapurin er seinastu árini vaksin við rúkandi ferð.

Tí er tað sjálvsagt, at vesturheimurin brynjar seg so væl sum gjørligt til eitt komandi samstarv. Og á vitanarøkinum hava vit enn nakað at bjóða í gamla Europa.

Eg var her fyri fimm árum síðani og haldi meg síggja alstóra menning síðani tá. Stóru býirnir tykjast líka so framkomnir sum okkara við hentleikum og vesturlendskum merkivørum. Tú sært annað hvørt fólk ganga við smartphones.

Tey brúka privat-taxa-skipanina Uber allstaðni (tað er ein skipan, har tú við telefonini bíleggur ein privatan hýrubil til ávísa knattstøðu, og tú rindar samstundis yvir internetið og títt gjaldskort).

Tokið úr Beijing til Shanghei koyrir við elmotorum stívliga 300 kilometrar um tíman. Men eitt frítt samfelag er tað ikki, tí myndugleikarnir loyva mær ikki at koma á Facebook og Google.

Føroyar eru  lítlar og Kina stórt, men eisini vit mugu búgva okkum til at samskifta við hetta stóra landið.

Væl kann tað hugast at kinverjar fara at líka okkara fisk, og um bara ein evarska lítil partur av teimum sá okkum sum eitt møguligt ferðamál, ja, so stóð væl til í føroyskari ferðavinnu.

Men um slíkur samhandil skal eydnast, hava vit brúk fyri ungum føroyingum, sum fara langt út um bøgarðarnar at leita sær kunnleika um fremmandar mentanir.

Pál Weihe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo