Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Teir ganga báðir í 2. flokki - annar í Havn og hin í Suðri - men tá ið teir hittast, plaga teir at selja saman.

Í dag vóru teir við Skansavegin.

- Skalt tú keypa frá okkum, rópa báðir, tá fólk leggja leiðina eftir Skansavegnum.

So vísa teir leikuna fram á einum beinki, sum teir hava at selja.

Og tá verða spanninar, sum teir hava borið leikuna í til sølustaðið, brúktar til kassa-apparat.

Og har var onkur søla farin fram, tí reyða spannin var ikki tóm.

- Men, siga báðir, ein maður gav okkum peningin, men vildi ikki hava nakað afturfyri.

Spurdir, um hetta er fyrstu ferð teir selja, siga teir, at hetta er fyrstu ferð við Skansavegin, men teir hava eisini selt á øðrum støðum í býnum. Tó ikki so langt frá, har annar av teimum býr.

Vit takka Williami og Archibald fyri fittu søguna og ynskja teimum góða eydnu við sølubúðini.

Í dag høvdu teir sett sær sum mál at tjena 20 krónur, søgdu teir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo