Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Frá vinstru: Ingi Wiberg, lærari, Durita Vón Vidtfeldt, næmingur, Bjørk Akselsen, næmingur og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu

Frá vinstru: Ingi Wiberg, lærari, Durita Vón Vidtfeldt, næmingur, Bjørk Akselsen, næmingur og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu

Frá vinstru: Ingi Wiberg, lærari, Durita Vón Vidtfeldt, næmingur, Bjørk Akselsen, næmingur og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu

Næmingar á Skúlanum á Giljanesi hava síðan 2018, tá byrjað varð at undirvísa í samfelagsfrøði í skúlanum, latið uppskot inn til Ungdómstingið á Christiansborg, og allar tríggjar ferðirnar eru tað uppskotini hjá næmingum á Giljanesi, sum eru vald út, millum tey føroysku uppskotini, at umboða Føroyar á ungdómstinginum.

Hesaferð eru tað Durita Vón Vidtfeldt og Bjørk Akselsen úr 8. flokki á Skúlanum á Giljanesi, sum fara at umboða Føroyar á fólkatingi.

Hetta skrivar Vága kommuna á heimasíðuni.

Áður hava Nikolina Ravnsfjall og Kristina Nattestad í 2018, sum tá gingu í 7. flokki, og Beinta Ellefsen og Ronja Reginsdóttir Olsen í 2020 sum tá gingu í 9. flokki, umboðað føroyskan ungdóm á ungdómstingi á Christiansborg.

Tilsamans eru 60 uppskot til lógaruppskot vald út til Ungdómstingið í 2023, harav eitt úr Føroyum og eitt úr Grønlandi.

Dagurin er skipaður við nevndararbeiði í teimum ymisku tingnevndunum, og síðan verða nøkur mál koyrd til víðari viðgerð og atkvøðugreiðslu í tingsalinum.

Uppskotið hjá Duritu Vón og Bjørk handlar um at fáa eitt fak til undirvísing í skúlanum. Fakið eitur Tú og eg. Tað handlar um, at børn og ung læra um sínar styrkir og veikleikar, sum aftur styrkir teirra sjávlsmynd og sjálvsfatan, fyri at minka um stress hjá teimum ungu. Tey læra at handfara ta trýst, tey kenna á sær frá skúlanum og samfelagnum annars. Endamálið er at flyta okkum frá viðgera børn og ung fyri stress til fyribyrging.

Durita Vón og Bjørk hava lisið og kannað nógv ymiskt, áðrenn tær komu fram til hetta uppskotið til lógaruppskot. Millum annað hava tær kannað, hvussu verður gjørt í Finnlandi, sum ber orð fyri at hava eina serstakliga góða skúlaskipan. Við tí nógva arbeiði, sum gjørt verður í føroysku skúlunum á trivnaðarøkinum og forleldrasamstørvum, fer hetta fakið at vera við til at styrkja børn og ung at taka ímóti teimum avbjóðingum, vaksna lívið bjóðar teimum.

Ungdómstingið á Christiansborg verður 30. januar í 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo