Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Fyrr í ár vórðu tvey arbeiði í Vága kommunu boðin út. Fyrra arbeiðið er ein útstykking til 8 grundstykkir eystanfyri Skaldaveg í Miðvági, og tað fekk Sp/f Deskon við Dánial Johansen. Arbeiðið byrjar eftir ætlan 20 mai 2020 og skal eftir ætlan verða liðugt til avhendan 20 oktober 2020.

Eisini varð sáttmáli undirskrivaður at gera arbeiðið, at planera og stoypa dekk á ytra parti av Heimaru Bryggju. Arbeiði fekk Sp/f Dalsbø við Hans Magnussen. Hetta arbeiðið fer í gongd skjótast gjørligt og fer eftir ætlan at varða 3-4 vikur.

Dánial Johansen og Hans Magnussen vóru inni á gólvinum á kommunuskrivstovuni seinnapartin og undirskrivaðu sáttmálarnar saman við Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo