Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Yvirlitskort 1:500.000

Til vinstru sæst Føroyakortið frá 2014 og til høgru er Føroyakortið frá 2022

Yvirlitskort 1:500.000

Yvirlitskort 1:500.000

Til vinstru sæst Føroyakortið frá 2014 og til høgru er Føroyakortið frá 2022

Umhvørvisstovan hevur gjørt tvey nýggj teldutøk føroyakort í lutføllunum 1:500.000 og 1:100.000, sum kunnu heintast á foroyakort.fo

Kortið í lutfallinum 1:500.000 er eitt yvirlitskort, sum vísir býir, bygdir og landsvegir og er egnað at prenta í A4 stødd.

Kortið kann takast niður her.  

Kortið í lutfallinum 1:100.000 er eitt veggjakort og kann takast niður her. Hetta kortið er ment saman við Námi og Trap Danmark og tað ber eisini til at keypa pappírútgávuna á Bókamiðsøluni.  

Trap Danmark er í holt við at útgeva eitt stórt bókaverk um Føroyar. Kortið verður við í bókini sum uppískoyti.   

Av tí at hetta er fyrsta føroyakortið í lutfallinum 1:100.000 aftaná yvirtøkuna av kortmyndugleikanum, er útgávuheitið 1.0. 

Í 2014 gjørdi Føroya Dátusavn eitt føroyakort og í mun til tað kortið, er talan um fleiri broytingar: 

Størsti munurin er, at gamla kortið vísti hæddir við litum. Nýggja kortið hevur 50 metra hæddarstrikur. 

Litirnir á nýggja kortinum frá 2022 vísa hvussu lendið er - tað vil siga um talan er um bygt øki, bø, berligt lendi, mýrulendi ella annað. 

Harafturat eru aðrar broytingar ið eru av meira tøkniligum slagi og síggjast ikki beinleiðis á kortinum. Eitt nú er kortið gjørt eftir sama dátugrunni sum topografisku kortini í 1:20.000. Fyrimunurin við hesum er, at er samsvar millum kortini. 

Í 2014 varð nógv gjørt burturúr staðarnøvnunum á kortinum við luttøku av millum annað Staðarnavnanevndini. Úrslitið av hesum arbeiði var, at umleið 1.700 staðarnøvn komu á kortið. Hesi eru varðveitt í nýggja kortinum.   

Til vinstru sæst Føroyakortið frá 2014 og til høgru er Føroyakortið frá 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo