

Hagstovan: Í september vóru gistinæturnar stívliga 20.600 í tali. Tað er met fyri septembermánað. Gistinginæturnar vuksu 94% samanborið við sama mánað í fjør ella 30% í mun til 2019.
Í september í ár vóru 26.604 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru knapt 10.000 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Talið av gistináttum hjá dønum vaks í september við 79% í mun til sama mánað í fjør, meðan talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo