Norðlýsið: Hans Erik Jakobsen frá Atlantsflog sigur við Norðlýsið, at fyrra tyrlan av AW 139-slagnum kemur til Føroya fyrst í desember mánað og seinna væntandi í februar.
Nýggju tyrlurnar eru sera framkomnar, bæði til rutuflúgvin og til bjarging, tær flúgva helvtina skjótari enn tær gomlu, nevniliga 150 knob og tær kunnu væl røkka út á 200 fjórðinga fiskimarkið.
Hans Erik Jakobsen, leiðari á tyrludeildini hjá Atlantsflog, sigur við Norðlýsið, at tað er spell, at politikararnir ikki vilja loyva teimum framat í kappingini innan frálandavinnuna.
- Til tað er einki sterkari toymi enn vit á Tyrludeildini hjá Atlantsflog, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo