- Tað hevur gingið væl hjá Visit Faroe Islands at marknaðarføra Føroyar við slagorðum sum "unspoilt, untouched, unexplored og undiscovered" og sum tann "best goymda loynidómin", men hetta stendur alt í andsøgn við stóra streymin av ferðafólki, sum hava tikið av og nú flokkast til Føroyar.
Tað skrivar Hanna Birkelund Nilsson í nýggjari PhD ritgerð um føroysku ferðavinnuna, sum er um at kvælast í egnari success, heldur hon.
Ferðafólkini eru nú nærum tríggjar ferðir so nógv í tali sum landsins íbúgvar, og fleiri føroyingar tala at, tí teir halda, at tað er blivið ov nógv av tí góða.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



