Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Á hvørjum ári verður ársins átak valt í Heilsu- og umsorganartænastuni. Í ár var einki undantak og hesaferð vóru tað tvørfakligu átøkini á Urd, sum fingu heiðurin.

Soleiðis segði dómsnevndin í sínari niðurstøðu: 

Ársins átak 2022 er: “Tvørfakligu átøkini á Urd”

Kjarnuvirksemið á Urd er umlætting og rehabilitering. Arbeitt verður tvørfakliga til tess at stuðla undir, at borgarin fær eitt virkið og innihaldsríkt lív. Í tíðarskeiðinum, tá borgarin er á Urd, verður arbeitt fram ímóti, at borgarin varðveitir og styrkir sínar førleikar, heilsu og vælveru.

Fyri at útinna hetta hava starvsfólk innan allar fakbólkar og leiðsla fyrireikað og framt røð av tvørfakligum átøkum. Eyðkennið fyri tvørfakligu átøkini er, at tey taka støði í vanligum gerandisstøðum og lívsstøðuni hjá einstaka borgararanum.

Starvsfólk og leiðsla hava í samstarvinum sýnt gott hugflog og hava megnað at skipa fyri fjølbroyttum, stuðlandi og stuttligum átøkum.

Sum dømi kann nevnast, at borgararnir á Urd verða tiknir við í ymisku uppgávunum í húsinum, sum eru tengdar at árstíðini. Í summar vóru øll við til at smyrja havamøblarnar, og í heyst var stákan í køkinum, tá fleiri av teimum, sum vóru á Urd, seymaðu, fyltu og kókaðu indur. Dagin eftir var blóðpylsa dagsins døgurði.

Eisini verður skipað fyri øðrum tvørfakligum átøkum til gagns fyri bæði likamligu og sálarligu heilsuna, eitt nú varð gjørt nógv tvørfakligt burturúr ABC vikuni.

Ein dagligur gongutúrur er eisini vorðin ein fastur partur av gerandisdegnum á Urd – um ikki viðrar, verður gingið inni.

Á serstakan hátt hevur tað eydnast at fáa øll við í tvørfakligu átøkini á Urd, sum eru stimbrandi og viðkomandi fyri borgarar og starvsfólk. Hetta er við til at skapa trivnað, menning og virkishug, og fyri tað verður ársins átak latið øllum á Urd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo