Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Okkara Voxbotn 2022: Skráin til Okkara Voxbotn 2022, leygardagin 25. juni, gerst bara størri og størri. Vit kunnu nú kunngera, at tað fer at runga á Vágsbotni, tá eitt av teimum heilt tungu nøvnunum í føroyska tónleikaheiminum, nevniliga rokkbólkurin Týr, eisini fer at framføra á Okkara Voxbotn.

Týr hava seinastu nógvu árini ferðast kring heimin, har teir hava spælt í Russlandi, Norður- og Suðuramerika og kring Evropa. Nú fara teir at seta lív í fjøldina á Okkara Voxbotn 2022, og tað verður ikki spart uppá krútið; tá væl umtókti, væl samanspældi og sera rutineraði tungmálsbólkurin Týr trínur á pallin 25. juni. 

Framanundan er greitt at Tobias Rahim, Brimheim, Reiley, Rasmus Hagen, Boyzlife, Michael Learns to Rock, Niarn, Hugorm, Tungevaag og Safir eisini fara at framføra á Okkara Voxbotn 2022.

Skunda tær og ogna tær atgongumerki í forsølu fyri kr. 695,-  á ebillett.fo! Hetta verður stórt!

Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo