Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein týsk kvinna hevur fingið seks mánaða treytaða fongsulsrevsing fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á 42 ára gamla vinmannin, sum hon hevði eitt kynsligt samband við. Maðurin ætlaði ikki, tað skuldi blíva til so nógv meira, men tað ætlaði kvinnan, og tí prikaði hon hol á hýturnar, áðrenn maðurin brúkti tær, kom fram í rættinum í Bielefeld.

Tey bæði hittust á eini datingsíðu á netinum, og kvinnan var væl vitandi um, at maðurin ikki vildi hava børn, kom eisini fram. Hon bleiv tó ongantíð við barn. Tá maðurin gjørdi tað liðugt, bleiv hon so frá sær sjálvari, at hon fortaldi honum, hvat hon hevði gjørt. Men tað festi av álvara í fjúsið hjá honum, sum gjørdi av at melda hana.

Ákærin ætlaði at rættarsøkja kvinnuna fyri neyðtøku, men fór at ivast í, um tað vann á mál. Tí valdi hann heldur paragraffina um kynsligan ágang. Dómarin segði, at tað funnust dómar um sonevnda "stealthing", tá maðurin í loyndum tekur hýtina av undir samlegu. Hann helt, at hetta eisini mátti vera galdandi í tí førinum, tá kvinnan gjørdi hýtina óbrúkiliga, uttan at maðurin visti av tí og hevði givið sítt samtykki.

Dómarin segði eisini, at málið var tað einasta av sínum slagi, sum hann visti um, og tí var onki minni enn rættarsøga skrivað í rættinum henda dagin, upplýsa útlendskir miðlar.

Kvinnan tók við dóminum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo