Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, og franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noël Barrot, taka nú til orðanna og ávara komandi amerikanska forsetan, sum fleiri ferðir í seinastuni hevur róð fram undir, at Grønland má gerast partur av USA, so ella so.
BBC endurgevur týska kanslaran fyri at siga, at øll landamørk skulu virðast, uttan mun til um talan er um eitt sera lítið ella eitt stórt og máttmikið land.
Og franski uttanríkisráðharrin hevur sagt, at tað sjálvandi ongin ivi er um, hvørt ES fer at lata onnur lond leypa á tess landamørk.
- Um tú spyrt meg, um eg haldi, at USA fer at gera innrás í Grønlandi, so er svar mítt nei. Spyrt tú, um vit eru komin inn í eitt nýtt tíðarskeið, har tann sterkasti yvirlivir, so er svar mítt ja, segði Jean-Noël Barrot við franskt radio, sambært BBC.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo