Minst 800 russiskir hermenn eru falnir síðsta samdøgrið, tað sigur Ukraina eftir sera harðar bardagar eystur ímóti markinum við Russland og har sum Russland hevur hertikið ukrainskar landslutir.
Ukrainskir myndugleikar leggja afturat, at tað harumframt eru nógv sivilfólk sum hava latið lív eins og og stórar materiellar oyðileggingar hava verið.
Russland hevur ikki váttað tíðindini, og heldur onki er frætt um manfallið á ukrainsku síðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo