Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein tjekkisk innsavning, har yvir 11.000 persónar stuðlaðu, gav nokk av peningi til at keypa ein stríðsvogn sum skal latast ukrainsku verjuni, skrivar NRK.

Moderniseraði T-72 Avenger stríðsvognurin frá Sovjet-tíðini kostaði um 10 milliónir krónur og er klárur at latast verjuni.

Innsavningin «Ein gáva til Putin» fekk stuðul bæði frá tjekkiska verjumálaráðnum og sendistovuni hjá Ukraina í Prag, skrivar BBC.

Tjekkiski verjumálaráðharrin Jana Cernochova skrivar á Twitter, at hetta er ein hóskandi gáva til russiska forsetan í sambandi við 70-ára føðingardag hansara 7. oktobur.

Tjekkiski sendimaðurin Yevhen Perebyynis skrivar á Twitter, at Tjekkia er fyrsta landið har «vanlig fólk hava keypt ein stríðsvogn».

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo