Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ukraina er til reiðar at hitta Russland til tingingar um, hvussu endi kann fáast á vápnaða stríðnum ímillum londini, tað hevur ukrainski uttanríkisráðharrin Dmytro Kuleba sagt í samrøðu við AP tíðindastovuna. ST kundi staðið fyri samráðingunum við aðalskrivaranum Antonio Goterres á odda, heldur hann.

Fleiri eygleiðarar siga kortini, at treytirnar sum Ukrauna setur fyri at sessast við samráðingarborðið eru slíkar, sum Russland neyvan fer at ganga undir.

Millum annað krevur Ukraina, at Russland skal viðurkenna, at landið hevur framt krígsbrotsverk ímóti Ukraina, Russland skal eisini játta at vilja gjalda krígsskaðaendurgjald. Og Harumframt skal Russland fara úr øllum ukrainskum landaøkjum, sum Russland hevur hersett. Eisini Krim hálvoynni sum Russland hersetti í 2014.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo