Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Jólini nærkast, og við jólunum kemur Mín jólabók. Jólabókin er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran, tí hon er býtt upp í 24 partar, og partarnir eru ymiskir. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar og øðrvísi ítrív at hugna sær við, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan.

Ukrainsk hugskot til jólaítriv
Ukrainska Irina Shket hevur gjørt nøkur av ítrivunum í ársins jólabók. Hon og dóttirin Milana komu til Føroya, tá kríggið brast á í Ukraina fyrr í ár. Í ár verður fyrstu ferð, at tær báðar halda jól í Føroyum.

Søga til minnis um Ellu Smith Clementsen
Ella Smith Clementsen, barnabókarithøvundur og týðari, andaðist í vár, 70 ára gomul. Hon skrivaði myndabøkur, søgur til Mína jólabók, leikir og sangir. Flestu okkara munna kenna tann fitta jólasangin: Eg eri so spent til jóla, eg fái ein nýggjan kjóla. Eisini týddi hon nógvar barnabøkur, t.d. bøkur eftir Astrid Lindgren og Sven Nordquist. Fyri at minnast Ellu Smith Clementsen er ein av hennara jólasøgum við í ársins jólabók. Unikumma og øll hini, sum Ella Smith Clementsen skrivaði, stóð fyrstu ferð á prenti í Míni jólabók í 2006.

Gleðilig jól
Bókin er, øll sum hon er, prýdd við vøkrum, stuttligum og litríkum myndum. Dámar tær stuttligar, spennandi ella kanska ræðandi søgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo