Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-178/2021 frá Erhardi Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um mótrokning í fólkpensjón av arbeiðsinntøku

Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
1. Hvussu stórar vóru árligu upphæddirnar í 2020 og 2021, sum vórðu mótroknaðar í fólkapensjónini ella viðbótini vegna arbeiðsinntøku?

Svar
Vit hava í Føroyum tvær pensjónsskipanir – ávikavist fyri persónar føddir áðrenn 1953 og persónar føddir í 1953 ella seinni. Pensjónin til persón føddur áðrenn 1953 er sett saman av eini grundupphædd og viðbót, umframt at hann hevur rætt til brennistuðul. Rætturin til viðbót og til brennistuðul er tengdur at aðrari inntøku, sum pensjonisturin hevur.

Pensjónin til persón føddur í 1953 ella seinni er sett saman av eini grundupphædd og viðbót. Rætturin til bæði grundupphædd og viðbót er tengdur at aðrari inntøku.

Felags fyri báðar pensjónsskipanirnar er, at tey, sum hava høga inntøku, fáa lægri fólkapensjón enn tey, sum hava lága- ella onga inntøku. Tað er serliga arbeiðsinntøka og útgjald frá lutapensjón og lívrentu, sum hevur týdning í sambandi við rættin til fólkapensjón, men tað kann eisini vera onnur inntøka so sum leiguinntøka ella kapitalinntøkur.

Talvan niðanfyri vísir, hvussu nógv landsins útreiðslur til pensjón og brennistuðul er lægri, tí fólkapensjonistar hava aðrar inntøkur. Talan er um lækking orsakað av øllum øðrum inntøkum – t.v.s. eisini aðrari pensjónsinntøku.

##med2##

Tað hevur ikki borið til hjá Almannaverkinum í sambandi við hendan spurningin at eyðmerkja, hvussu nógv av mótrokningini í talvuni omanfyri stavar frá arbeiðsinntøku, men Almannaverkið upplýsir, at 27 prosent av mótrokningini stavar frá aðrari pensjón. Tað er bert ein sera lítil partur av mótrokning, sum stavar frá leiguinntøku, kapitalinntøkum o.tíl.

Tað verður sostatt mett, at mótrokning, sum stavar frá arbeiðsinntøku, var umleið 65 mió. kr. í 2020 og umleið 74 mió. kr. í 2022.

Tað skal gerast vart við, at persónar við útsettari pensjón ikki eru við í yvirlitinum omanfyri.

Ein møgulig avtøka av mótrokning í sambandi við arbeiðsinntøku, hevði havt við sær, at skipanin við útsettari pensjón ikki gevur meining, og tí høvdu øll við útsettari pensjón væntandi fingið fulla fólkapensjón.

Talið av persónum við útsettari pensjón er økt hvønn mánað, síðani skipanin kom í gildi 1. januar 2020, og í løtuni eru knappliga 200 persónar við útsettari pensjón. Um 1-2 ár væntast talið av persónum við útsettari pensjón støðugt at vera uml. 250. Full fólkapensjón til 250 persónar svarar til umleið 20 til 25 mió. kr., sum sostatt skal leggjast aftrat metingini omanfyri.

Almannamálaráðið, 6. mai 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo