Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-153/2021 eftir §52a í tingskipanini um sjúkrahús og plásstrot frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni

Spurningarnir vóru soljóðandi:

1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvir føroyingar hava verið noyddir at liggja á

2. sjúkrahúsum í Føroyum seinasta árið, tí tað ikki er pláss ella arbeiðsorka á eldraheimum og sambýlum ?

3. Hvussu er býtið millum Suðuroyar Sjúkrahús, Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið í hesum sambandi?

Svar:
Til spurning 1 og 2

Sjúkrahúsverkið ger regluliga upp hagtøl fyri sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir á sjúkrahúsi, men framhaldandi eru innlagdir, tí ikki ber til at útskriva teir. Sí talvur 1 og 2, sum vísa samlaða seingjadagatalið fyri 2021 og fyrsta ársfjórðing í 2022.

##med2##
##med3##

Í 2021 var talan um 65 borgarar, sum vóru innlagdir í samanlagt 2243 dagar, eftir at viðgerðin var endað. Í 2022 er talan um 30 borgarar, sum higartil hava verið innlagdir í samanlagt 583 dagar, eftir at viðgerðin er endað.

Á Suðuroyar sjúkrahúsi var talan um 12 borgarar í 2021 og 9 borgarar higartil í 2022.

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi var talan um 11 borgarar í 2021 og 1 borgara higartil í 2022.

Á Landssjúkrahúsinum var talan um 42 borgarar í 2021 og 20 borgarar higartil í 2022.

Sjúkrahúsverkið ger ikki hagtøl yvir, hvørjar orsøkirnar eru til, at sjúklingarnir ikki kunnu útskrivast, eftir at viðgerðin á sjúkrahúsi er liðug. Tí ber ikki neyvt til at siga, hvussu nógvir av borgarunum liggja á sjúkrahúsunum, tí tað ikki er pláss ella arbeiðsorka á eldraheimum og sambýlum. Til ber tó at hyggja uppá aldursbýtið, yngri enn 67 ár og 67 ár ella eldri, sum kann geva eina ábending um, hvørt borgarin hoyrir til eldraøkið ella til almannaøkið. Sí talvur 3 og 4, sum vísa aldursbýtið á borgarunum.

##med4##

Tað eru ymiskar orsøkir til, at borgarar ikki kunnu útskrivast, eftir at teir eru liðugt viðgjørdir á sjúkrahúsi.

Talan kann millum annað vera um:
• Bíðitíð eftir umlættingar/røktarheimsplássi
• Borgarin er ikki førur fyri at vera heima
• Øktur tørvur, so broytingar skulu gerast í heiminum
• Broyttur tørvur í mun til bútilboð
• Øktur tørvur á stuðli
• Ikki tøkar ressursir á eldraøkinum
• Manglandi tilboð frá Almannaverkinum
• Borgarin hevur ongan bústað
• Borgarin ynskir ikki ta hjálp, sum Almannaverkið bjóðar

Heilsumálaráðið, 6. apríl 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo